Álit um um málsviðgerðina hjá Búnaðarstovuni og Vinnumálaráðnum av eini kæru um sølu av innangarðsjørð burturav einum festi
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um Búnaðarstovuna og Vinnumálaráðið. Málið snúði seg um, at Búnaðarstovan hevði tikið avgerð um sølu av innangarðsjørð burturav einum festi, og hesa avgerð høvdu festararnir kært. Í málinum høvdu bæði Fiskimálaráðið og Løgmálaráðið gjørt niðurstøður í kærumálum, men Búnaðarstovan metti seg ikki hava heimild at avgreiða málini, sambært kæruavgerðunum.
Samanumtikið gav umboðsmaðurin Búnaðarstovuni eina átalu fyri málsviðgerðina og minti á týdningin av at notera upplýsingar frá telefonsamrøðum og fundum. Hóast talan ikki var um avgerðarmál hjá Vinnumálaráðnum, mælti Umboðsmaðurin ráðnum til framyvir at skjalfesta samskifti í slíkum málum. Umboðsmaðurin vísti eisini ráðnum á, at spurningurin um endurgjald fyri sølu av landsjørð skjótast gjørligt átti at verða avkláraður løgfrøðiliga.Les meira
—
Kelda: LUM 21-1-2025