Í øllum jólastákinum, og eftir at løgtingið varð fari til hús, fór Dennis Holm til arbeiðis. Tað kann tykjast tilvitað og milt sagt óargaligt.
Endamálið var at tilrættaleggja eitt álop, sum ikki bert rakar Norðoyggjar og Klaksvík, men alt tað samlaða Norðurøkið í Føroyum. Skrivar Jógvan Skorheim.
Eg undrist á tøgnina. Tøgnina frá løgtingslimum í samgongu.
Hvat skal til, fyri at løgtingið ressast? Livibreyðið hjá fleiri 100 fólkum er í vanda, inntøkurnar hjá landskassanum svíkja, og fleiri avgjøld verða løgd á vanliga borgaran.
Hví fegnast vit ikki um menningina, og stóra íkastið, henda fyritøka hevur givið samfelag okkara gjøgnum áratíggjur, ja fleiri mansaldrar?
Sum býráðslimur og annar varaborgarstjóri í Klaksvíkar býráð, kenni eg tað sum mína skyldu at mótmæla hesum ætlanum hjá landsstýrinum! Og tí gjørdi eg tað á nýggjárinum, og nú geri eg tað enn einaferð!
Politikarar kring allan heim tosa dag og dagliga um, hvat gerast kann fyri at skapa fleiri arbeiðspláss – her avtaka vit arbeiðspláss!
Klaksvík, 21. januar 2025
Jógvan Skorheim, býráðslimur og 2. varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.