Nú Donald Trump bleiv innsettur aftur sum forseti 20. januar 2025, og við J.D. Vance sum sín varaforseta, eru teirra framtíðarætlanir stórar fyri landið. USA hevur fingið ein stoltan og arbeiðssaman forseta.
Teir vilja millum annað økja um egna bilframleiðslu o.a. og skapa fleiri arbeiðspláss, teir vilja bora meira eftir olju, teir vilja fara úr klimaavtaluni. Teir ynskja at herða eftirlitið við markið til Meksiko munandi og tryggja landamørkini. Narko kartellini verða eyðmerkt sum terror felagsskapir.
Teir vilja leggja toll á útlendskar vørur, teir vilja styrkja verjuna. Teirra politikkur byggir á “America First” og sjálvandi sláa teir fast, at tað bert eru tvey kyn maður og kvinna.
Teir ynskja at geva skattalætta til vinnuna og fólkið. Teir ætla at modernisera almennu fyrisitingina og gera stórar sparingar innan almenna geiran.
Vance, sum er senatori frá Ohio, er kendur fyri sín stuðul til Trump og hansara politisku ætlanir. Tey hava ætlanir um at arbeiða saman um at fremja “America First” politikk, har fokus millum annað verður lagdur á at styrkja amerikanska búskapin, tryggja landamørkini, og arbeiða fyri einum hørðum útlendingapolitikki.
Myndir: Skermmyndir fra dr.dk og myndir frá 123rf.com