Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Eiðis kommuna ikki svaraði eini umsókn um keyp av fastogn og garðbygging og ikki svaraði fyrispurningunum og innlitsumbønini frá klagaranum í tí sambandi.
Umsóknin um keyp av fastogn varð latin kommununi í januar 2024, og fyrispurningar um málið umframt innlitsumbøn varð latin kommununi í mai 2024. Klagarin hevði ikki fingið svar frá kommununi, tá hann klagaði til umboðsmannin í november 2024. Umboðsmaðurin helt tað hvørki vera nøktandi ella í samsvar við góðan fyrisitingarsið, at klagarin ikki hevði fingið svar í næstan eitt ár. Harumframt helt umboðsmaðurin tað vera átaluvert, at átta mánaðir vóru lidnir, uttan at innlitsumbønin var svarað, og at kommunan ikki hevði hildið notatskyldu sína. Umboðsmaðurin gav Eiðis kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum. Les meira
kelda lum.fo 27.01.2024