Home Fólk og Samfelag Ikki ílagi at Tyrlan ikki er tøk

Ikki ílagi at Tyrlan ikki er tøk

by Lagt út ÓML

Atlantic Airways hevur gjørt avtalu við Landsstýrið at teir altíð skulu hava tyrlu tøka, tí má avtalan haldast og trygdin verða ílagi.

Nú vit hoyra at tyrlurnar hjá Atlantic Airways ikki hava veri tøkar í heilar 2 dagar, so kann hetta ikki góðtakast og er eitt serføroyskt tekin um at all gongur og man skapar eina mentan har man ikki hevur tørv á at halda avtalur. Í hesum føri er tað sera álvarsligt um óhappið er úti á fiskifeltinum og sjómenn ikki kunnu fáa skjóta læknahjálp ella aðrir borgarar í Føroyum ikki fáa neyðugu skjótu læknahjálpina um teir hava tørv á tíð.

At føra fram at BRIMIL liggur klárur á Tvøroyri hjálpir ikki um skip og bátar á Norðhavinum hava brúk fyri hjálp. Ein kundi skilt tað um TJALDRI  lá við bryggju í Klaksvík. Men her sparir landi eisini uppá trygdina og er skipið bert í drift 6 mánaðar um árið. Hetta her heilt undrunarvert og sigur alt um hvussu landið raðfestir trygdina hjá okkara sjófólkið. Nú fólk í høvuðsstaðnum tosa um trygd og verða tilreiðar er hetta komiskt, tá man ikki megnar at hava 2 skip tøk hjá bjargingartænastuni alt árið. SPÓGVI bar eisini seldur fyri at spara. Men aftur til Tyrlurnar sjálvandi skal ein tyrla verða tøk 24 tímar um døgnið alt árið til bjarging. Hetta er ov álvarsligt til ikki at halda avtaluna  sum okkara tjóðar flogfelag hevur gjørt við landið.

Myndir: 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More