Home VinnaVinna & Samfelag Verður Norðhavnin bygd út?

Verður Norðhavnin bygd út?

by Lagt út ÓML

Nú er nógv virksemið í Norðhavnini og er stór mongd av gróti fylt út har.

Seinastu tíðina hava lastbilar koyrt nógv grót norður í Norðhavnina hjá Klaksvíkar kommunu hetta er alt grót ið er komi frá tunnilsverkætlanini Til Árnafjørð og Hvannasund. Kommunan hevur eisini ætlanir at fylla meir út norðureftir fyri at fáa meir uppland.

Um Norðhavnin verður longd við bryggjukanti og har verða sett frystihús so vil hetta betra munandi um møguleikarnar hjá vinnuni í økinum og vilja fraktskipini heldur enn at fara til Tórshavn ella Runavík í nógv størri mun kom til Klaksvíkar eftir fiskavørum og harvið økjast inntøkurnar hjá Klaksvíkar havn eisini munandi. Um tað ikki verða gjørdar munandi útbyggingar í Norðhavnini, so er ikki óhugsandi at eitt havna samtak kemur upp at standa norður eystur-samtak har Runavíkar Havn veður miðdepil fyri uppisjóðarfiski – laksi og øðrum fiskavørum og eisini upsa, tosk og hýsu. Tað verður so nógv tosa um stutt flutt og er upplagt at avskipingardepil er í norður- eysturøkinum. verður dagførd…

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More