Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, svarar fyrispurningi frá Jacob Thomsen, løgtingsmanni og sigur hon í svari at gjøgnumførda skattaumskipanin í 2024-2025 gevur serliga lág- og miðalinntøkum ein munandi skattalætta. Hetta var eisini endamálið við umskipanini.
Samgongan givið skattalætta millum 9.500 kr um árið og up til 15.550,00 kr um árið hetta sæst í svarinum hjá landsstýriskvinnuni.
Svar til §52 a – fyrispurning kann Lesast her:
Svar frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til §52 a – fyrispurning nr. 52-072/2024 frá Hans
Jacob Thomsen, løgtingsmanni, um skatt av lágum inntøkum
Spurningar:
1. Hvussu nógv í landsskatti rindaði ein mánaðarlig inntøka á ávikavist 17.500 kr., 22.500
kr., 27.500 kr., 32.000 kr., 37.500 kr., 50.000 kr. og 85.000 kr. í 2015?
2. Hvussu nógv í landsskatti rindar ein mánaðarlig inntøka á ávikavist 17.500 kr., 22.500
kr., 27.500 kr., 32.000 kr., 37.500 kr., 50.000 kr. og 85.000 kr. í 2025?
3. Hvussu stóra skattalækking/-hækking hava inntøkurnar omanfyri fingið í 2025 í mun til 2015?
Svar
Talva 1 vísir hvussu nógv, fólk við somu mánaðarligu inntøku, rinda í skatti ávikavist í 2015 og í 2025.
Sum talvan vísir, rinda allir bólkar minni í landsskatti í 2025, enn í 2015.
Samanberingin í talvu 1, skal tó takast við tí fyrivarni, at seinastu 10 árini er prís- og lønarlagið hækkað.
Lønarlagið í 2025, kann væntast at vera yvir 30 %1 hægri, enn í 2015. Í sama tíðarskeiðið er brúkaraprístalið hækkað góð 20 %2. Ein króna í 2025 hevur tí ikki sama virði,sum ein króna í 2015.
Gjøgnumførda skattaumskipanin í 2024-2025 gevur serliga lág- og miðalinntøkum ein munandi skattalætta. Hetta var eisini endamálið við umskipanini. Sum frá líður ger prís- og lønarvøkstur, at inntøkuskatturin økist aftur, hóast Løgtingið ikki broytir skattin. Tí fari eg í næstum at senda uppskot til almenna hoyring, um javning av skatti og avgjøldum.
Tinganes, 30. januar 2025
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum