Stórur dagur var á Dagstovninum Sólareygað mándagin. Stovnurin hevði 20 ára stovningardag og Ingilín Berg hevði 25 ára starvsdag í Tórshavnar kommunu.
Her er brot úr røðuni hjá Elsu Berg, borgarstjóra.
– Í dag hátíðarhalda vit, at Dagstovnurin Sólareygað herfyri hevði 20 ára stovningardag. Dagstovnurin er ein teirra, ið varð bygdur um aldarskiftið, og stovnurin varð tikin í nýtslu 25. Januar í 2005.
Hann er bygdur mitt í náttúruni, og hóast hús eru beint við, so liggur stovnurin framvegis úti vøkru náttúruni. Tað duga tit at gagnnýta í gerandisdegnum fyri fyrimuns fyri børnini. Náttúran og stóru garðurin verða nýtt sum ein natúrligur partur av degnum her á stovninum við gongutúrum, rørslu og spæli. Tað er fyrimyndarligt.
– Í dag hátíðarhalda vit eisini tykkum, ið mynda stovnin.
Tað er altíð ein serligur dagur, tá starvsfólk heiðrast. Tit leggja nógva orku í tykkara arbeiði, og tað er ein heiður at heiðra starvsfólk fyri drúgva og trúgva tænastu.
Í dag hátíðarhalda vit fleiri tykkara, ið hava verið leingi í starvi. Her spennir alt frá 10 til 25 ár.
Ein, ið hevur verið serliga leingi í starvi hjá Tórshavnar kommunu – síðan 1999, tvs 25 ár – tað er tú Ingilín Berg.
—
Góða Ingilín.
Tað er eingin loyna, at tú er sera væl dámd millum bæði starvsfólk og foreldur. Kanska er tað tí, tú er rólig og blíð. Ella kanska er tað títt kreativa hugflog, sum bæði stovnurin og børnini nýta gott av í gerandisdegnum.
Tað tykist sum um, at tú skapar tryggleika, nærveru og kveikir áhuga rundanum teg. Tí tín námsfrøðiliga vitan er stór. Tú ger tað stóran ómak við teimum týdningarmiklu sambondunum millum børnini og millum børn og vaksin, og tú ger alt fyri at at børnini kenna seg sædd , hoyrd og viðurkend.
Tað eri eg vís í, at foreldrini eisini virðismeta.
—
Eitt, ið eg serliga havi hug eisini at framhevja í dag, er tín áhuga í grønu hugsjónini. Tað sæst aftur í gerandisdegnum, har tú leggur dent á, hvussu tit endurnýta tilfar heldur enn at keypa nýtt. Tað frøðist eg um.
Í hesum sambandi hevur tú eisini verið eitt týdningarmikið starvsfólk i HUGLA, ið leggur dent á tað skapandi barnið.
Hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum, og stóra takk fyri!
Stovnsleiðari Mirjam Johannesen helt eisini røðu.
Kelda & mynfir: torshavn.fo feb. 2025