Home Uncategorized Søk stuðul úr Felagsgrunninum áðrenn 1. apríl 2025

Søk stuðul úr Felagsgrunninum áðrenn 1. apríl 2025

0 comments

Nú er aftur møguleiki at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn.  Umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl 2025. Fundur verður í grunninum í juni mánaða, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul. 

Fløgg

(Mynd: NN – Norden.org)

Nú er aftur møguleiki at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn.  Umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl 2025. Fundur verður í grunninum í juni mánaða, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul. 

Endamálið við grunninum er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunur og millum borgararnar í kommununum. Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta hvørt ár pening í grunnin.

Vit heita tí á einstaklingar, feløg og onnur, ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Les meira um stuðulsmøguleikan og mannagongdina á stuðulssíðu okkara, har tú eisini finnur umsóknarblaðið, tú skalt brúka, tá tú søkir.

Hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Stjórnarskrivstovuna á telefon 30 20 10.

Stuðul til mentan, list, ítrótt og frítíðarvirksemi

Keld & myndir: torshavn.fo feb.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More