Hetta er nakað av tí sum Landsbankin skrivar 3 mars 2025 eisini sigur Landsbankin at tað eru ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum. Samstundis sige tey eisini at bjartskygnið er lækkað er lækka hjá privata geiranum og húsarhaldunum.
Í 2024 var almenna nýtslan størri enn í 2023, millum annað tí almenni starvsfólkahópurin vaks, og tað varð latið lønarhækkingar og lønarlyft til ymiskar fakbólkar. Almennu útreiðslurnar fara framvegis at veksa til fólkapensjónir vegna eitt vaksandi tal av pensjónistum, og lønargjaldingarnar veksa somuleiðis hjá kommununum komandi árini. Umleið 20% av teimum, sum í dag eru 80+ ára gomul, eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimum. Verður hetta lutfallið eisini galdandi frameftir, verður tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat komandi 20 árini. Eitt demografiskt trekk upp á tað almenna, sum eisini komandi árini leggur eitt støðugt trýst á enn hægri almennar vælferðarútreiðslur.
Hall á fíggjarlógini viðførir størri lántøku
Úrslitið á fíggjarlógini er mett at verða eitt hall á 300 mió. kr. í 2025 og enn eitt hall á 265 mio. kr. í 2026. Hetta svarar til áleið 1% av BTÚ ár undan ár, sum als ikki eigur at koma fyri í einum samfelag uttan nakað nevnivert arbeiðsloysið. Hallið má fíggjast við øktari lántøku. Tað ber við sær hægri rentuútreiðslur, ið hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentur. Orsakað av veksandi talinum av eldri fólki, fara útreiðslurnar at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, soleiðis at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at veksa uttan íhald, og vælferðin fer at versna.
Eitt fíggjarpolitiskt regluverk eigur at vera sett í verk, soleiðis at politiska skipanin áhaldandi stýrir eftir greiðum fíggjarpolitiskum málum fyri komandi 5 og 10 árini.
Rationaliseringsætlanir mugu gerast fyri øll vælferðarøkini
Í Føroyum eru nógvar smáar stovnseindir, bæði í almannaverkinum og á fólkaskúla- og eldraøkinum. Smáir stovnar krevja eitt hægri starvsfólkatal fyri hvønn brúkara samanborið við um stovnarnir eru størri. Bæði eldra- og dagstovnaøkið eru stór, krevjandi økir, sum liggja hjá kommununum. Kommunurnar eru sera ymiskar í stødd, aldursamanseting av íbúgvum og inntøkugrundarlagi. Neyðugt er hjá politiska myndugleikanum at endurskoða kommunubygnaðin ella skipanina millum land og kommunur, tí allar kommunur koma ikki at megna trýstið á vælferðartænasturnar.
Ítøkiliga átti landsstýrið eisini at sett eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan øll trý stóru vælferðarøkini: almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar bara at veksa uttan íhald næstu mongu árini. Tí er tørvur á umfatandi nýskipanum á øllum vælferðarøkjum.
Tú kanst lesa meira her
Kelda: landsbankin.fo – mynd 24.fo