Home Fólk og Frítíð Melda til heilsufótbólt 2025

Melda til heilsufótbólt 2025

0 comments

Nú ber aftur til at melda seg til heilsufótbólt (vár skeið). Venjingarnar vera týsdag og hósdag kl. 16:20, og aftur hesaferð vera tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum. Báðar venjingarnar eru á Djúpumýru.

Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll sum melda seg til sleppa at luttaka. Kostnaður fyri hvørt skeið er 300kr. Fyrsta venjingin í hesum skeiðnum verður týsdagin 11. mars kl. 16.20. Vant verður tvær ferð um vikuna í 10 vikur. 

Melda til her: Heilsufótbóltur 2024 (vár skeið)

Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipa í tøttum samstarvi KÍ. Tilboðið hevur longu trý ár á baki. 

Kelda & mynd: klaksvík.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More