onsdag, januar 14, 2026
Home Fólk og Samfelag Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

0 comments

    

Á móttøku í Tinganesi seinnapartin í dag hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, tilnevnt nýggj landsstýrisfólk.

Sirið Stenberg, ið hevur verið landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, er tilnevnd sum nýggj landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.

Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, er tilnevndur sum nýggjur landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Jóhan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Eysturkommunu, er tilnevndur sum nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.

krlda og mynd: lms.fo – tinganes.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira