– Latið okkum stríðast fyri, at vit sum samfelag læra og mennast, rúma og geva rúm til allar kvinnur.
Nógv fólk vóru savnað í Perluni leygarkvøldið 8. marstil stóra tiltakið “Altjóða Kvinnustríðsdagur 2025”, sum Femifagnaðurin skipaði fyri.
Elsa Berg, borgarstjóri, setti tiltakið. Hon legði í røðuni dent á, at enn er nógv at stríðast fyri. Hon tosaði millum annað um kvinnuheilsu, og at kvinnur í størri mun eiga at fáa betri rúmd í samfelagnum – bæði innan gransking og politiskt.
Her eru brot úr røðuni:
– Fantastisk at síggja so nógvar – vælupplagdar – ymiskar – áhugaverdar – djarvar – kvinnur her í kvøld. Tað gleðir meg altíð, tá kvinnur savnast. Tí tað er tað absolutt framvegis týdningarmikið, at vit gera. Savnast og standa saman. Stríðast. Fyri øllum kvinnum! – her heima og runt í heiminum.
—
Javnan – enn – verður spurningur reistur, um nakað er eftir hjá kvinnum at stríðast fyri?
Hava vit ikki fingið alt?
Stutt sagt er svarið nei!
Tí tað snýr seg als ikki um “at fáa alt”. Tað snýr seg um grundleggjandi viðurskifti, sum framvegis gera mun á kvinnum og monnum.
Tað er í politikki, í ítrótti, í gransking, innan heilsutænastur, í samfelagnum.
Jú, nógv fet eru tikin, nógv er broytt og nógv er vunnið.
Men vit læra eisini nýtt og gerast alsamt meira tilvitað. Vit duga betri at undrast, tá okkurt ikki tykist rætt. Vit duga betri at siga frá, tá okkurt ikki er rætt. Og vit duga eisini betri at krevja tað, vit eiga at hava rætt til.
Vit eru ikki komnar á mál, og spurningurin átti kanska heldur at verið, um tað yvirhøvur er nakað vit skulu, ella um vit kanska heldur skulu stríðast fyri einum rúmligari samfelagi.
—
Grein aftaná grein hevur víst á, at hvussu lítið vit vita um t.d. kvinnusjúkuna Endometriosu, ið verður mett at raka 10. hvørja kvinnu í burðarførum aldri, og sum millum annað viðførur sterka pínu.
Vit vita ov lítið um, hví summar kvinnur missa barn í moðurlívi, ella hvussu ymiskt heilivágur ávirkar kvinnur og menn.
Vit vita snøgt sagt ov lítið um kvinnukroppin í granskingarhøpi. Tí tað er munur á kvinnum og monnum.
Jú, fet eru tikin, men vit skulu ikki góðtaka pínu og vantandi vitan, men heldur krevja okkara rætt til meira vitan um okkara kropp.
—
Taka vit eitt dømi frá ítróttinum, so síggja vit, hvussu okkurt broytist, tá børn gerast tannáringar.
Kroppurin broytist, men tað er ikki tað einasta.
Ofta síggja vit, at dreingirnir halda fram, meðan genturnar gevast, og vit vita ikki hví, og orsøkirnar kunnu vera so nógvar.
Dreingir gerast kropsliga sterkari, og genturnar fáa mánasjúku – ella menstruatión. Tað liggur næstan í orðinum “sjúku”, at tað er okkurt neiligt.
Kanska er tað tí, vit tosa ov lítið um tað. Men tað mugu vit, eins og vit mugu tosa harðari um viðurskifti um okkum. Tí tað er ikki neiligt, men ein partur av kvinnukroppinum.
Hvønn einasta mánað verður huglag, heilsa, svøvnur og avrik ávirka. Kortini skulu tær avrika tað sama.
Kanska er tað tí, summar fella frá.
Vit kunnu ikki bjóða teimum ungu kvinnunum ikki at tosa um, hvussu hetta ávirkar kvinnukroppin í ítróttarhøpi. Vit mugu ikki lata tær verða einsamallar við broytingunum og væntanunum.
Hetta er eitt dømi um, at vit á pappírinum hava somu møguleikar, men kortini ymsar fortreytir.
—
Ongantíð áður hava fleiri kvinnur stillað upp á einum politiskum valið enn á kommunuvalinum í november, sum lá beint uttan fyri javnstøðumarkið á 60/40, sum er eitt framstig.
Men. Kvinnuumboðanin í kommunustýrum minkaði eisini niður í 33 prosent. Og tað er ov lítið.
Tí tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at bæði kvinnur og menn eru umboðað í okkara kommunustýrum, í politikki og í samfelagnum.
Eg hoyri javnan at kvinnur bara vilja tey bleytu virðini. Lat meg tí gera tað púra greitt, at vit ikki kunnu setast í bás, tá ræður um virðir.
Vit eru ymisk. Bæði sum menniskju og sum kyn. Og tað er ymiskt, hvat vit halda vera umráðandi broyta í einum samfelagi. Og soleiðis eigur tað eisini at vera!
Lat heldur okkara politisku undangongukvinnur vera okkara fyrimyndir. Tær raðfestu ikki bleytu ella hørðu virðini – tær raðfestu tey neyðugu virðini.
Eg veit ikki, hví færri kvinnur vórðu valdar í kommunustýrini hesa ferð. Men her er vert at nevna, at hóast kvinnuumboðanin minkaði, so fingu kvinnurnar nærum 40% av atkvøðunum.
So góðu tit, haldið fram við at bjóða tykkum fram, so kvinnurøddin fær eins stóra rúmd í samfelagnum, sum hon eigur.
—
Her at enda fari eg tí at heita á tykkum væluppløgdu – ymisku – áhugaverdu – djørvu – kvinnunum um at savnast og standa saman framhaldandi at stríðast fyri øllum kvinnum, og at vit sum samfelag læra og mennast, rúma og geva rúm til allar kvinnur.