Føroya Politi savnar árliga eina røð av hagtølum, sum verða løgd út á okkara heimasíðu. Tað er nú annað árið á rað, at vit leggja hagtølini fram í hesum nýggja og fakliga viðkomandi sniði. Hagtølini fyri 2023 og 2024 eru skipað eftir sama leisti, so nú ber til at samanbera hesi tølini.
Hagtølini geva lesaranum innlit í gongdina av ymiskum sløgum av brotsverkum í Føroyum, m.a. stuldur, innbrot, harðskapur, kynslig brotsverk, rúsevni, ungdómsbrotsverk og ferðslubrot. Tølini vísa eisini, at ein týðandi partur av dagliga arbeiðinum hjá politinum ikki er beinleiðis knýttur at umsiting av lógum, men at taka sær av sjúkum/hjálparleysum borgarum í samfelagnum.
Tølini skulu lesast við fyrivarni. Fyri tað fyrsta eru hagtølini hjá Føroya Politi so lág, at smáar broytingar ofta geva stór sveiggj. Tínæst er hagtalsgrundarlagið hjá Føroya Politi eisini ávirkað av, at innanhýsis málsviðgerðarskipanin einans í avmarkaðan mun stuðlar hagtalsframleiðslu.
Tølini eru í høvuðsheitum grundað á talið av fráboðanum, sum politiið hevur móttikið. Tískil vísa hagtølini ikki, hvussu stórur partur av hesum fráboðanum hava elvt til skuldsetingar ella ákærur. Hóast hetta meta vit, at árshagtølini fyri 2024 geva eitt virðismikið innlit í brotsverk, ið verða framd í Føroyum.
Hagtølini fyri 2024 síggjast her.
Kelda: politi.fo Mynd: politi dk
