Home Fólk og Frítíð Heimapartar í Norðstreymoy
Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Heimapartar í Norðstreymoy

0 comments

Í gjár løgdu 246 hval beinini í Leynum. Sýslumaðurin hevur avgjørt at býta part av grindini í heimapartar í Norðstreymoy.

Sunda kommuna

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Fyrireikingarnar til sundalagsstevnuna, sum verður í Hvalvík, eru í hæddini. Avgerð er tikin um, at heimapartarnir verða skornir upp á kai økinum í Hósvík.

Borgarar í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi, Saksun, Langasandi, Haldórsvík og Tjørnuvík eru vælkomin at skriva seg upp til heimapartar, við at senda teldupost til susanna@sunda.fo ella ringja til á tlf. 297220. Freistin at skriva seg upp er kl. 14:30 í dag. Upplýsast skal:

Navn
Bygd
Fólk í húski
Telefonnummar

Heimapartarnir kunnu heintast á kai økinum í Hósvík seinni í dag. Nærri kunning um nær klokkan kemur seinni.

Kelda: Sunda Kommuna 13.06.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More