Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Landsstýriskvinnan kunnað vinnuna um landagóðkenning frá Brasil

Landsstýriskvinnan kunnað vinnuna um landagóðkenning frá Brasil

0 comments

    

Í gjár hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum og Jógvan Hansen, formann í Ráfiskakeyparafelagnum at umrøða landagóðkenningina frá Brasil.

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, greiddi frá víðari tilgongdini. Enn eru nøkur stig eftir, men væntandi kann útflutningurin byrja í heyst. 

Umboðini fyri vinnuna fegnast um landagóðkenningina og vinnan er spent um at kunna fara undir fyrireikingar at útflyta saltaðan fisk til Brasil.

Báðir partar eru samdir um at fara undir at fyrireika eina vinnuferð til Brasil komandi vár við luttøku av landsstýriskvinnuni og umboðum fyri vinnuna.K

Kelda og mynd: uvmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More