Home Fólk og Samfelag Borgarstjórin vitjaði í Nólsoy

Borgarstjórin vitjaði í Nólsoy

0 comments

Fríggjadagin í farnu viku vóru borgarstjórin Elsa Berg og tekniski stjórin Fríður P. Dalsgarð í Nólsoy, har tey fingu eitt prát við staðbundnu nevndina um ruskplássið í bygdini.

Ruskplássið treingir til ábøtur, og til dømis er eingin serlig bingja til papp, so tað ber ikki til at skilja alt ruskið á sama hátt sum flestu aðrastaðni í landinum.

Nólsoyingar kundu eisini hugsað sær, at tað bleiv lættari at sleppa av við ruskið. Ruskplássið er opið tríggjar tímar tvær ferðir um vikuna, men tað er ikki altíð, at tað liggur fyri hjá bygdafólkinum at fara við ruski, tá ruskplássið er opið, serliga hjá teimum, sum arbeiða í Havn og aðrastaðni.

Borgarstjórin vitjaði eisini barna- og ungdómshúsið Látrið, sum hevur bæði vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla og eisini virkar sum barna- og ungdómshús.

Í løtuni ganga 6 børn í vøggustovu og 15 børn í barnagarði, sum er lutfalsliga nógv. Harumframt eru 9 skúlabørn, sum eisini ganga í frítíðarskúla, og eini 10-12 ganga í ungdómshúsinum.

Í mai 2025 búðu 215 fólk í Nólsoy.

Ruskplássið í Nólsoy er bert opið í nakrar tímar tveir dagar um vikuna, og tað er ikki altíð so lætt at sleppa av við burturkastið
Ruskplássið í Nólsoy er bert opið í nakrar tímar tveir dagar um vikuna, og tað er ikki altíð so lætt at sleppa av við burturkastið
Tosað varð eisini um bátadráttin í bygdini
Tosað varð eisini um bátadráttin í bygdini
Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri, og Elsa Berg, borgarstjóri, hugdu eftir umstøðunum í Nólsoy
Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri, og Elsa Berg, borgarstjóri, hugdu eftir umstøðunum í Nólsoy
Nólsoyingar høvdu nógv at tosa um við borgarstjóran
Nólsoyingar høvdu nógv at tosa um við borgarstjóran
Látrið við tí sermerkta byggisniðinum er vøggustova, barnagarður, frítíðarskúli og ungdómshús í Nólsoy. Frá vinstru Elsa Berg, borgarstjóri, Joan Oskarsdóttir, eindarleiðari í Barna- og ungdómsdeildini, og Maud Wang Hansen, dagstovnaleiðari á Látrinum

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More