Home Fólk og Samfelag Portal.fo og FM1 fara nú undir samstarv.

Portal.fo og FM1 fara nú undir samstarv.

0 comments

Hetta skrivar Portalurin á teirra heimasíðu í gjár. Vilja styrkja tað journalistiska umhvørvið og skapa grundarlag fyri bæði dygdargóðum og fjølbroyttum innihaldi.

Við at fara undir samstarv – og yvir tíð leggja redaktiónirnar saman. Hetta gevur møguleikan at gera meira og betri journalistikk. Kelda: portal.fo

Portalurin og FM1 líkjast nógv í grundhugsan og arbeiðslag. Við einum tøttum samstarvi kunnu vit styrkja okkara støðu munandi – bæði fakliga og við atliti til dygdina í tí, vit bjóða okkara lurtarum og lesarum, sigur Durita Adela Joensen, stjóri á FM1 við Portalin.

Portalurin hevur eina sterka støðu á netmarknaðinum. Við einum útvarpsparti afturat – og viðkomandi vitanini úr FM1 – verður henda støðan bara styrkt, sigur Sverri Egholm, ábyrgdarstjóri á Portalinum.

Samstarvið hevur við sær, at feløgini sum reka Portalin og FM1, verða løgd undir sama móðurfelag.

Stjóri er Bárður Kass Nielsen. Sverri Egholm heldur fram sum ábyrgdarstjóri á Portalinum og Durita Adela Joensen heldur fram sum stjóri á FM1.

Kelda: portal.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More