Home Fólk og Samfelag Bústaðarneyðin: Nýggj sjónarmið til framtíðar bygging

Bústaðarneyðin: Nýggj sjónarmið til framtíðar bygging

0 comments

Tað hevur í fleiri ár verið stórt fokus á bústaðarneyðina í Føroyum. Høgir leiguprísir og teir høgu kostnaðirnar fyri at byggja ella keypa egnan bústað hava ført til bæði fólkaflyting og mistrivnað kring landið. Tí er tað avgerandi at flyta fokus frá verandi byggikostnaði og leiguprísum til, hvussu vit í framtíðini kunnu tryggja enn fleiri borgarum tak yvir høvdið.

Fyrsta stig: Broytingar í byggikrøvum

Fyrsta stigið til at loysa bústaðarneyðina er at seta tiltøk í verk, ið gera tað møguligt at byggja við lægri krøvum til m.a. isolering. Vit frætta, at landið arbeiðir við eini loysn at broyta byggikrøvini, og hetta er eitt gott byrjanarstig. Við at lækka krøvini, sum kanska eru ov strang eftir føroyskum viðurskiftum, kunnu vit fáa lægri byggikostnaðir, sum kemur borgarum til góðar.

Hendan myndin – tekning er fra Tinihus.dk

Alternativ bústaðarbygging: Nýhugsandi verkætlanir

Eftir at krøvini eru broytt, er neyðugt, at land og kommunur – møguliga í samstarvi við Bústaðir ella ein annan almennan stovn – fara í gongd við veruliga alternativa bústaðarbygging. Her eru nakrar ítøkiligar møguleikar at kanna:

Kina konsept-hús

Kina hús

  • Innflutningur av bygningslutum: Ein møguleiki kundi verið at roynt at innflutt bygningslutir til húsabygging úr einum baltiskum landi. Hesi lond fylgja góðkendum ES-krøvum, og byggitíðin við serútbúnum arbeiðarum úr hesum londum er sera stutt. Hetta kundi stytt byggitíðina munandi og harvið eisini lækkað kostnaðin.
  • Serlig royndarbygging í býarpartum: Land og kommunur mugu seta øki av til serligar royndarverkætlanir, har 10 til 20 serligar bústaðareindir verða staðsettar sum ein partur av einum býi. Hesi hús, sum eru “samanløgd”, kundu í fyrstu syftu verið ogn hjá landinum ella kommunum, har borgarar kundu leiga tey. Slík hús kundu sannlíkt kostað ikki meira enn eina millión krónur at byggja.
    • Møguleiki at keypa: Um hesar verkætlanir eydnast væl, kundu leigararnir fingið tilboð um at keypa bústaðirnar. Hetta kundi verið ein góður máti at hjálpa fleiri fólkum at ogna sær egnan bústað.
    • Landsfevnandi royndir: Um hetta konseptið eydnast, kundi tað verið útviklað kring landið við eini roynd við 200 til 300 bústaðareindum í alt. Økir í oyggjunum og í høvuðsstaðnum, sum hava stórar víddir tøkar, kundu sum einki gjørt hesar serligu bústaðarverkætlanirnar.
    • Alternativ nýtsla: Skuldi tað ikki eydnast sum ætlað við hesum royndarverkætlanum, kundu hesar bústaðir verðið leigaðir út til ferðafólk ella starvsfólk, ið eru í Føroyum í styttri tíðarskeið.

Hví ikki kontakta Fyritøkur í Kina og kanna prísir á alternativum bústaðarloysnum.

Hví ikki kontakta fyritøkur í Litavia og kann hvat Element ráðhús kosta pr. eind – EU góðkend.

Her er link til: Kina Hús

Her er eldri grein fra 24fo.net

Mennan av íbúðarmarknaðinum í Føroyum

written by OML 25. juni 2022

Landspolitikkararnir mugu taka seg saman og ikki sita og senda býttar spurningar til egnu landsstýrisfólk. Komi ígongd. Bústaðir sigur seg ikki kunna byggja tí so nógv ferð er á búskapinum. Komi nú ígongd so vit fáa tey ungu at flyta heimaftur og tey i her búleikast fáa hóskandi karmar at liva í.

Sum eitt nýmótans og framkomið samfelag so er neyðugt við fleiri alternativum á íbúðarmarknaðinum í Føroyum. Tað er nógv tos og lítil handling aftanfyri, tað sum mangan er at hoyra um truplu íbúðarstøðuna hjá bæði ungum og gomlum.

Óli M. Lassen
siviløkonomur

Endurprenta grein frá sept 2017

Skal íbúðarmarknaðurin broytast er neyðugt við nýhugsan og alternativum loysnum og broytan av lóggávuni á fleiri økjum. Er ynski at eldri borgarar skulu kunna flyta úr egnum sethúsum í minni íbúðir, so er neyðugt at byggja alternativt.

Tað er tað stóra politiska máttloysið ið er atvoldin til, at vit ikki fáa ein hóskandi og sunnan búðstaðarmarknað í Føroyum.

Bæði ung í Føroyum og tey í lesa uttanlands vildu havt nógv lættari við at búleikast her, um íbúðarmarknaðurin hevði hóskandi tilboð til hesi fólk. Ynskja vit fólkavøkstur og ein dynamiska íbúðarmarknað, so er neyðugt at koma í gongd.

Kelda:http://www.moelven.com/se/Produkter-och-tjanster/Byggmoduler/

Bæði privat og alment

Tað má gerast áhugavert hjá privatum at gera íløgur í íbúðarblokkar, samstundis skulu Kommunur, møguliga saman við privatum ella almennum íleggjarum kunna stovnseta feløg, ið eiga og reka stórar íbúðar eindir.

Tað eru fleiri íbúðarháttir og eigaraformar ella leiguformar í kunnu nýtast: partaeigarar íbúðir, almannagagnligar leigu íbúðir, íbúir í ein eigur sjálvir, og har “íbúðarfelagið” fær gjøld fyri íbúðina og ikki ein peningastovnur. Tað er nógvur kapitalur í Føroyum og tí skuldi verið møguligt hjá privatum at gjørt íløgur innan íbúðarbyggjan og rakstur av íbúðarblokkur.

Kelda:www.moelven.com

Lóggávu um íbúðareindir – MVG og rentustúðul.

Nýggj lóggáva má gerast,  soleiðis at tað skal bera til at fáa rentustuðul og mvg frítøku av hesum serligu íbúðarfeløgum, hetta fyri at leigarar skulu fáa eina hóskandi húsaleigu, og fyri at hetta eisini kann gerast eitt áhugavert íløguøkið hjá íleggjarum.

 Nógv ferð á búskapinum og stórur tørvur á betraðum íbúðarviðurskiftum

Tað eru nógvir samfelagsbólkar ið ynskja ein annarleiðis íbúðarmarknað og sjálvt um tað er nógv virksemið í samfelagnum og búskapinum sum heild, so er neyðugt at handla meðan tað er momentum í samfelagnum og búskapinum.

Tá arbeiðsloysið hóttir og búskaparlig stagnatión er, tá er ov seint at tosa um alternativar loysnir. Samfelagsliga fyriheldur tað seg júst øvugt av tí sum mangan verður ført fram, at tá lágkonjunkturur er, skal tað almenna v.m. økja íløgur og virksemið. Hetta er als ikki møguligt í ringum tíðum, tí valferðarmaskina skal koyra við lækkandi samfelagsinntøkum, tí hevur eitt samfelag sum tað føroyska ikki neyðugu styrkina til at føra tílíkan politikk.

Tað er nú meðan alt stendur í fagrasta blóma, at vit skulu seta ferð á alternativa íbúðarbygging til gleði fyri øll tey sum hava eitt ynski um at fáa eina íbúð sum tey megna at gjalda og eru glað fyri at búgva í.

Eru mangul uppá føroyska arbeiðsmegi so er bara at ringja til Póland eftir arbeiðsfólkið. Tað ber væl til at fáa eina ørgrynnu av útlendingum at byggja Glasir og til sveisiarbeiði á skipasmiðjum, tí er sera einfalt at innflyta arbeiðsmegi og eisini at innflyta sera flott modulir (ikki byngjur) til íbúðarblokkar. Tað tekur einans einar 6 mánaðir at fáa hesar eindir klárar til innflytan.

Tað er tað stóra politiska máttloysið ið er atvoldin til at vit ikki fáa ein hóskandi og sunnan búðstaðarmarknað. Her skal eisini vísast á at um landið eins og Týskland hevur gjørt nevniliga at leggja almenn arbeiðspláss kring landið so fær man eisini ein munandi betur íbúðarmarkna og ikki so nógv trýst á húsamarknaðin í høvuðsstaðin.

P.S. Um ein kommuna letur lendi, og ger t.d. útstykking, so kann hetta eisini verða teirra partur í felagnum.

Almannagagniligar íbúðdir

Felagsformur almannagagligt íbúðarfelag kalla  P/F AGF “Undir Varða”

  • Rentustuðul til íbúðarfeløg
  • MVG frítøku av bygging
  • Kommunur og land loyvið at eiga part í íbúðarfeløgum
  • Leigunevnd í tryggjar leiguprísirnar

Kina Hús

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More