mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Starvsfólkabygningurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður nú umvældur

Starvsfólkabygningurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður nú umvældur

0 comments

Í dag varð arbeiðstakarasáttmálin um at umvæla og umbyggja gamla starvsfólkabygningin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi undirskrivaður. Við sáttmálanum fer Kanjon undir arbeiðið longu í august í ár, og ætlanin er at bygningurin stendur klárur í 2027.

Fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur hildið til í bygninginum til fyrr í ár, tá fyrisitingin flutti í gomlu læknahúsini.

Bygningurin,  sum er frá fyrst í 1960-unum og stendur beint norðanfyri sjúkrahúsið, verður høvuðsumvældur og umbygdur. Bygningurin skal brúkast til ymiskar sjúkrahúsfunktiónir, m.a. verkstað, stuðulstænastur, íbúðir til sjúklingar og avvarðandi, sum koma til endurvenjing, íbúðir og kømur til heilsustarvsfólk, sum eru á vakt og í tíðaravmarkaðum størvum. Harumframt fær Sjúkraflutningstænastan skrivstovu, hvílirúm, kaffistovu og móttøku í bygninginum.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum,  fegnast um at arbeiðið nú kann fara í gongd:

Tað er gleðiligt, at vit nú kunnu tryggja bæði sjúklingum og starvsfólki góðar og nútímans karmar í bygninginum. Hetta hevði ikki verið gjørligt uttan greiða stuðulin frá Løgtinginum, sum einmælt tók undir við verkætlanini.

Kelda & mynd: hmr.fo 26 juni 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira