lørdag, februar 7, 2026
Home Fólk og Samfelag Ungdómshúsið í Sunda kommunu er opið

Ungdómshúsið í Sunda kommunu er opið

0 comments

Ungdómshúsið í Skúlanum við Streymin, er ætlað øllum frá 8. flokki og upp til 18 ár. Her er eitt trygt og hugnaligt stað, har tú kanst møtast við vinum, hugna tær, royna nýggjar aktivitetir og vera partur av einum sterkum felagsskapi. Hetta skrivar Sunda kommuna 18 august

Í ungdómshúsinum eru nógvir møguleikar:

  • Ítróttarhøll, svimjihylur og fótbóltsvøllur beint við
  • Tónleikaútgerð og instrument
  • Borðtennis, borðfótbólt og billiard
  • Playstation, sjónvarp og stór aula við góðum ljóði og uppvørpu
  • Køkur, góðir sofa­pláss og hugnaligt umhvørvi
  • Kreativt tilfar og rúm til hugflog
     

Í Garnhúsinum leggja vit dent á felagsskap, samveru og trivnað. Vit skapa hugnalig kvøld við spæli, kreativiteti, tónleiki, prát og mati – altíð í einum rúmandi anda.

Opið er:

Mánadag kl. 18–22
Týsdag kl. 18–22

Jórunn og Silja standa fyri húsinum og gleða seg at bjóða tykkum vælkomin. Hevur tú hugskot til tiltøk ella nýggjar aktivitetir, so ert tú altíð vælkomin at siga frá.

Ungdómstilboð í Sunda kommunu:

Mánadag kl. 18–22 – Ungdómshúsið á Oyrarbakka
Týsdag kl. 18–22 – Ungdómshúsið á Oyrarbakka
Mikudag – Ungdómsaktivitetir í Hósvík og Junior í Hvalvík
Hósdag kl. 18–22 – Ungdómshúsið á Eiði

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira