mandag, februar 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Ellisheimið 90 ár: Trúføst starvsfólk og heimligur hugni

Ellisheimið 90 ár: Trúføst starvsfólk og heimligur hugni

0 comments

Týsdagin varð skipað fyri móttøku á Ellisheiminum í V.U. Hammershaimbs gøtu, nú tað eru 90 ár síðan heimið læt upp.

Ellisheimið varð vígt 11. august í 1935, og fýra dagar seinni fluttu fyrstu búfólkini inn. Í 1970-árunum fekk bygningurin tíggju búrúm afturat, men annars sær heimið í stóran mun út sum tað gjørdi, tá tað bleiv bygt fyri 90 árum síðan.

Hóast heimið er gamalt og á summum økjum ikki kann samanberast við tey nýggju ellis- og røktarheimini, sum eru bygd, so er ein heilt serligur hugni í gamla Ellisheiminum, og starvsfólkini, sum eiga sín stóra part í at skapa eitt so gott og heimligt umhvørvi, trívast eisini. Ein hevur verið í føstum starvi síðan 1979, og tvær, sum byrjaðu at arbeiða á heiminum í ávikavist 1971 og 1983, arbeiða enn sum avloysarar.

Nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið til móttøkuna týsdagin, og fleiri røður vórðu hildnar. Elsa Berg, borgarstjóri, segði millum annað:

“Ellisheimið her í V.U. Hammershaimbs gøtu, sum nú er 90 ár, er tað fyrsta og harvið tað elsta í landinum. Men tað kom ikki sum nakað sjálvsagt.

Tað sigst, at tað var ikki fyrr enn katólski presturin í Havn í 1931 søkti um byggilendi til at byggja eitt ellisheim, at tað kom ferð á býráðið um at gera eitt ellisheim í Havn.

Tá hevði tos verið í eina tíð um at byggja eitt ellisheim í býnum, men býráðspolitikarar vóru meira áhugaðir í at byggja vegir og havnalag. Men eftir øllum at døma vildu teir ikki hava sitandi á sær, at katolikkar bygdu fyrsta ellisheimið, og tí avgjørdi kommunan at byggja fyrsta ellisheimið í landinum.”

“Tíðin hevur víst, at tað sjálvandi var rætt at fara undir at gera eitt ellisheim. Í dag er ein onnur tíð, men enn stendur hetta heimið sum eitt minni um, tá tað bleiv brotið upp úr nýggjum, og landsins fyrsta ellisheim bleiv bygt.

Í nógv ár var hetta einasta ellisheim í landinum, og tað sigur ikki einki um, hvussu slóðbrótandi hetta hevur verið, og um hvussu stóran týdning heimið hevur havt fyri eldraøkið og fyri eldrarøkt í Føroyum.

Takk til tykkum, sum hava verið við til at gjørt ellisheimið til nakað heilt serligt øll hesi árini, og til lukku við 90 ára føðingardegnum.

Takk fyri.”

Kelda & myndir torshavn.fo 3 sept. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira