søndag, december 7, 2025
Home Uncategorized Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi 1. hálvár 2025

Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi 1. hálvár 2025

0 comments

Fyrra hálvár 2025 var úrslitið eftir skatt 16,6 mió. kr. sammett við 25 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Seinasta árið er rentustøðið lækkað munandi og kemur tað útlánskundunum til góðar.

Hetta hevur eisini við sær lægri rentuinntøkur til sparikassan.

Hóast úrslitið ikki er á sama støði sum undanfarna ár, so eru nevnd og leiðsla nøgd við gongdina fyrra hálvár 2025.

Virksemi

Útlánsvøksturin fyrra hálvár var 49 mió. kr., ið svarar til 2,2 %. Vøksturin er serliga til bústaðarendamál. Útlánini vóru tilsamans 2,3 mia. kr.

Innlánini øktust við 176 mió. kr. upp í tilsamans 2,9 mia. kr. Hetta er ein vøkstur á 6,5 %.

Innlánsavlopið fyrra hálvár var 609 mió. kr.

Grundrakstur

Grundrakstur er úrslit áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt.

Grundraksturin var 18,2 mió. kr. samanborið við 31 mió. kr. árið fyri. Hetta er ein

lækking á 12,8 mió. kr. ella 41,4 %.

Rentustøðið er lækkað munandi í árinum og sæst hetta aftur í rentuinntøkum sparikassans. Harumframt hevur sparikassin seinastu árini gjørt stórar íløgur í høvuðsbygningin, og ávirkar hetta eisini útreiðslurnar fyrra hálvár.

Kapitalur og gjaldføri

Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri.

Kjarnukapitalurin fyrra hálvár var 28,5 % sammett við 26,8 % árið fyri. Lyklatalið fyri gjaldførið var 429 % í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 %.

NORÐOYA SPARIKASSI
Marner Mortensen, stjóri

Tíðindaskriv ns.fo – mynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira