24FO.NEWS hevur í dag fingið váttan frá einum av eigarunum um, at FM1 og Portalurin hava valt at savna kreftir og leggja saman. Hetta skal skapa betri karmar fyri tí journalistiska arbeiðinum og styrkja miðlaumhvørvið í Føroyum.
1Størri eind – størri møguleikar
Ein av eigarunum sigur í viðmerking til 24FO.NEWS, at teir síggja stórar fyrimunir í at arbeiða saman:
“Vit síggja, at vit kunnu fáa eina synergi-effekt, og størri eindir skuldu eisini megna at gera djúptgangandi journalistikk – og vónandi eisini betri journalistikk.”
Hann leggur dent á, at føroyski miðlaheimurin í dag er merktur av smáum eindum, og at ein samanleggjan kann styrkja miðilin og røkka enn fleiri brúkarum.
“Hetta síggja vit sum ein fyrimun fyri okkum.”
Bárður Kass, stjóri á Portalinum, verður framvegis ein av lyklapersónunum í nýggju eindini. Hann skal saman við FM1 tryggja, at samanleggingin førir til framhaldandi dygd og menning í føroyska miðlaheiminum.
Við samanleggingini vóna partarnir at skapa ein miðil, sum bæði kann røkka breiðari og arbeiða djúptari — við journalistiskari dygd og felags styrki.
l
