lørdag, februar 7, 2026
Home Fólk og Samfelag Glasbingjurnar tømdar fyrstu ferð

Glasbingjurnar tømdar fyrstu ferð

0 comments

Royndarverkætlanin við skiljistøðum av glasi og metali í Tórshavnar kommunu hevur higartil gingið væl.

Skiljistøðirnar komu upp miðjan juli og hava sostatt verið í nýtslu í tveir mánaðir. Allar glasbingjurnar eru nú tømdar eina ferð, og glasið sær út til at vera væl skilt. Glasbingjurnar fyllast skjótari enn metalbingjurnar, so væntandi verða metalbingjurnar tømdar um 2-3 vikur.

Um royndarverkætlanina

Skiljistøðir til metal og glas eru settar upp í átta grannaløgum í Tórshavnar kommunu. Talan er um eina royndarverkætlan, har endamálið er at finna útav, hvør loysn riggar best at brúka frameftir, tá ið húskir skulu skilja metal og glas. Í royndarverkætlanini verða tvey sløg av spannum brúktar: Plastspannir, ið kunnu standa, har tær eru vardar móti nógvum vindi, og spannir úr rustfríum stáli, sum tola at standa á opnum øki.

Les meira her

Glasbingjurnar fyllast skjótari enn metalbingjurnar

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira