søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Samfelag Bein flettingarleivdirnar burtur á rættan háttNú er flettingartíð. Í tí sambandi vilja vit minna á, hvussu leivdir skulu burturbeinast, og hvussu tú best kanst brúka sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini.Áðrenn tú fert at beina leivdir burtur, skal tú minnast til at:

Bein flettingarleivdirnar burtur á rættan háttNú er flettingartíð. Í tí sambandi vilja vit minna á, hvussu leivdir skulu burturbeinast, og hvussu tú best kanst brúka sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini.Áðrenn tú fert at beina leivdir burtur, skal tú minnast til at:

0 comments

Tøma vemburnar
Lata blóð og vatn renna frá, áðrenn tú beinir leivdirnar burtur
Lata innvølir og leivdir í plastposar og binda fyri, áðrenn tú letur inn sum restburturkast á endurnýtslunum
Lata seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu

Seyðaskinn til endurnýtslu
Faroe Sheep er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Ymisk krøv skulu tó lúkast, ætla tit tykkum at lata skinn til Faroe Sheep. Ring á telefon 26 00 26 dagin fyri, tit ætla tykkum á fjall, ella um morgunin sama dag, so tey fáa sent djóralæknan á rættina.

Gagnnýt tilfeingið
Tað besta fyri umhvørvið er, at tú brúkar sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini. Ymiskar smærri verkstovur hava verið kring landið seinastu árini, har tálgin verður gagnnýtt til ymisk endamál, eitt nú til nýggjársblikk, ljós, sápur og fuglamat.

Á heimasíðuni hjá Matkovanum finnur tú eisini ymiskar uppskriftir, ið eru góðar til at gagnnýta seyðakjøt og avroð:

Seyðakjøt og avroð (matkovin.fo)

Kelda: torshavn.fo sept. 2025 Mynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira