søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Samfelag Prísvøksturin er nú 1,1 prosent

Prísvøksturin er nú 1,1 prosent

0 comments

Prísvøksturin seinasta árið hevur verið lítil og støðugur eftir at hava verið stórur í fleiri ár. Kortini er prísvøksturin á mati og drykkjuvørum framvegis stórur samanborið við aðrar vørur og tænastur. Hetta skrivar Hagstovna.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri augustmánað í ár.

Lakari prísvøkstur seinasta árið

Prísvøksturin frá august 2024 til august 2025 var 1,1 prosent. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.

Misjøvn prísgongd

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.

Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Rentuútreiðslurnar eru lækkaðar nógv. Prísirnir á klæðum og skóm eru eisini lækkaðir seinasta árið.

Brúkaraprístalið skift á 12 høvuðsbólkar

aug 2024 – aug 2025

 augustmunur
 20242025vísital%
Brúkaraprístalið143,3144,91,61,1
01 Matur og drykkjuvørur164,6172,27,64,6
02 Rúsdrekka og tubbak163,5171,27,74,7
03 Klædnavørur og fótbúnaður104,0102,3-1,7-1,7
04 Býli153,7145,0-8,7-5,7
05 Húsbúnaður og húshaldsútgerð106,0105,5-0,5-0,5
06 Heilsa127,3127,2-0,0-0,0
07 Flutningur152,2153,00,80,5
08 Samskifti93,594,40,90,9
09 Frítíð og mentan121,6127,56,04,9
10 Útbúgving129,5134,44,93,8
11 Hotel og matveitarar178,7188,810,05,6
12 Ymiskar vørur og tænastur156,8159,83,01,9

Kelda:Hagstova Føroya

Prísirnir á rúsdrekka og tubbaki eru hækkaðir næstan fimm prosent. 

Matvørurnar dýrka framvegis

Í august 2025 vóru mat- og drykkjuvørur sløk fimm prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar næstan 30 prosent.

Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kaffi, te og kakao er dýrkað. Prísvøksturin er næstan 30 prosent. Smør, margarin og oljur eru meir enn átta prosent dýrari nú. Prísvøksturin á kjøti er meir enn seks prosent. Av kjøtvørum er tað neytakjøt, sum er dýrkað mest. Hinvegin er prísurin á flogfenaði lækkaður nakað seinasta árið. 

Vísital og prísbroyting á mati og drykkjuvørum

aug 2024 – aug 2025

 augustmunur
 20242025vísital%
01 Matur og drykkjuvørur164,6172,27,64,6
01.1 Matur165,5171,86,33,8
01.1.1 breyð og kornvørur178,4183,65,22,9
01.1.2 kjøt178,4189,611,36,3
01.1.3 fiskur156,4157,10,70,5
01.1.4 mjólk, ostur og egg160,7164,94,22,6
01.1.5 oljur og fitievni222,9241,818,88,4
01.1.6 frukt139,1145,76,74,8
01.1.7 grønmeti159,8161,71,91,2
01.1.8 sukur, sjokoláta, góðgæti o.l.156,2161,55,33,4
01.1.9 aðrar matvørur137,0141,24,23,1
01.2 Drykkjuvørur156,4175,419,012,1
01.2.1 kaffi, te og kakao135,8175,239,429,0
01.2.2 sodavatn, saft og vatn163,9171,27,34,5

Kelda:Hagstova Føroya

Prísvøksturin á frukt er næstan fimm prosent, meðan grønmeti er eitt prosent dýrari nú, enn tað var í august í fjør.

Rentur tálma vøkstrinum

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir næstan seks prosent frá august í 2024 til august í 2025. 

Miðalrentan er lækkað 30 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður sløk tólv prosent.

Tú kanst lesa meira her

Kelda: hagsotva.fo – 24 sep. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira