Fíggjarætlan fyri 2026 hjá Klaksvíkar Býráð vísir at raksturin er heilar 318 milliónir krónur og rentuútreiðslurnar eru mettar til 12,2 milliónir krónur, avdráttir eru 17,8 milliónir krónur
Klaksvíkar kommuna hevur heilar 52 milliónir til íløgur komandi ár
Úrslitið hjá Klaksvíkar kommunu eftir rakstur er góðar 89 milliónir krónur 52 milliónir til íløgur, rentuútreiðslur og avdráttir eru tilsamans 30 milliónir krónur
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna: Frágreiðing um málið: Sambært kommunustýrislógini skal býráðið samtykkja tann yvirskipaða fíggjarkarmin fyri komandi ár áðrenn 1. oktober.
Tað eru tveir temadagar settir av til fíggjarætlanararbeiðið, har býráðslimir saman við umsiting viðgera rakstur og íløgur.
Temadagur I verður 8. oktober, har raksturin verður viðgjørdur
Temadagur II verður 6. november, tá íløgurnar verða gjøgnumgingnar
Fíggjarætlanin verður síðani viðgjørd í fíggjarnevndini 25. november og í býráðnum 27. november.
Inntøkurnar komandi ár eru mettar til 407,1 mió. Kr
Raksturin er mettur til 318 mió.kr., ið er 14 mió. kr. hægri enn framskrivingin fyri 2025. Økingin stendst av lønar- og prísvøkstri. Avlopið frá rakstri er mett til 89,1 mió. kr.
Við rentustuðli (7,1 mió.kr.) og rentugjaldingum (12,2 mió.kr.) er avlopið áðrenn íløgur og avdráttir 69,8 mió. kr.
Við 12,2 mió. kr. í rentum, verða avdráttirnir 17,8 mió. kr. og íløgurnar 52 mió. kr. Úrslit áðrenn íløgur og avdráttir 69,8
Úrslit áðrenn íløgur og avdráttir 69,8
Avdráttir 30 mió. kr. – 12,2 mió. kr. = 17,8
Eftir til íløgur 52,0
Kelda: klaksvik.fo mynd 24.fo
