tirsdag, november 11, 2025
Home VinnaVinna & Samfelag Góðynskir við nýggja Vermland

Góðynskir við nýggja Vermland

0 comments

Í gjár kom nýggi Vermland hjá Sp/f Vermland á kaiina í Hvalvík. Gamli Vermland hevði heimstað í Danmark, men eigarnir hava hesaferð valt, at nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi. Hetta eru vit sum kommuna sera stolt av. Hetta skrivar Sunda kommuna.

Í sambandi við at nýggi Vermland fyri fyrstu ferð vitjaði á kaiini í Hvalvík, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnu- og umhvørvisnevndini umborð og heilsaðu uppá manningina og eigarnar við einari heilsan. 



Sjómanstrúboðarin vitjaði eisini umborð og fekk høvið at halda eina andakt og bað signing yvir skip og manning. 

Sunda kommuna ynskir reiðarí og manning bestu eydnu og signing við nýggja Vermland. 

Kelda & mynd: sunda.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira