tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Samfelag STROYMDUR FYRILESTUR: Havsins oyðing og vegurin aftur

STROYMDUR FYRILESTUR: Havsins oyðing og vegurin aftur

0 comments

Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Havið kring Danmark er í vanda og modernaði landbúnaðurin ber ein stóran part av ábyrgdini. Hoyr um standin í 2025, tey seinastu 100 árini, og um hvussu tann grøna trípartsavtalan leggur upp til at vit rulla menningina aftur, og geva náttúruni meir pláss. Fyrilestur v/ havumhvørvisgranskara Stiig Markager

Dagur: 07. oktober 2025 Byrjar klokkan: 18:00 Staðseting: Bókasavnið við løkin Endar klokkan:20:00

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har – og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið. 

Kelda: runavik.fo okt.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira