søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Samfelag Landsstýrið raðfestir viðlíkahaldið

Landsstýrið raðfestir viðlíkahaldið

0 comments

    

Stórar íløgur eru gjørdar í vegir, tunlar, brýr og byrgingar í Føroyum í nógv ár.

Tað er samstundis umráðandi at varðveita virðini hjá samfelagnum, og støðugt at dagføra og viðlíkahalda føroyska vegakervið. Eftirsleipið gerst alsamt størri. Tí hevur landsstýrið raðfest viðlíkahald av tveimum brúm í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.

Tað eru brúgvin um Streymin og brúgvin um Fjarðará í Skálafirði, sum eru í ringum standi og ikki lúka dagsins krøv til dygd og trygd.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verða játtaðar 45 mió. kr. til at viðlíkahalda og dagføra brúnna um Streymin, og arbeiðið kann gerast yvir 2 ár. Í 2026 verða 22 mió. kr. játtaðar, og í 2027 verða 23 mió. kr. játtaðar til endamálið. Harumframt verða 10 mió. kr. játtaðar til at dagføra ella til at gera nýggja brúgv um Fjarðará í 2026.

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur, at:

“Nýggjar íløgur skulu gerast í vegakervið komandi árini. Samstundis gerst eftirsleipið tíverri alsamt størri. Hetta er ein haldføristrupulleiki, sum krevur, at vit í politisku skipanini standa saman um at leggja langtíðarætlanir fyri viðlíkahald og dagføring av landsvegakervinum. Við fíggjarlógaruppskotinum eru týðandi stig tikin á hesi leið.”

Kelda & mynd: fisk.fo 

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira