tirsdag, november 11, 2025
Home Tænastuvinna Nógv fólk á vinnumessu

Nógv fólk á vinnumessu

0 comments

Stóra vinnumessan í stórhøllini við Tjarnir læt upp fyrrapartin fríggjadagin, og longu frá byrjan var heilt fitt av fólki komið í høllina.

Vinnublaðið skipar fyri vinnumessuni, sum hevur heili 54 fyritøkur undir sama taki í frálíkum umstøðum við Tjarnir.

Heðin Mortensen, varaborgarstjóri og formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, setti vinnumessuna fyrrapartin fríggjadagin og segði millum annað:

“Ein vinnumessa sum hendan er eitt gylt høvi hjá okkara mongu fyritøkum at gera seg sjónligar og ikki minst, at koma í samband við síni viðskiftafólk.

Vit liva í eini tíð, har talgildar loysnir vinna fram, og har keyp og søla á netinum er ein púra vanligur partur av okkara lívi – ja, í dag er tað næstan so, at tær ikki nýtist at fara út um hurðina og nóg illa reisa teg úr sofuni fyri at fáa alt tað, tær tørvar í gerandisdegnum, og meira afturat, borið heim til dyrnar.

Alt kann orðnast á telefonini ella á telduni, og tað tekur bara nøkur fá klikk at bíleggja eina vøru heilt úr Kina ella Amerika og hava hana her fáar dagar seinni.

Hetta er ómakaleyst hjá okkum brúkarum, og sjálvandi leggja fyritøkur seg eisini eftir at veita eina skjóta og góða tænastu á netinum, so vit kunnu fáa okkara vørur skjótast tilber.”

Ein vinnumessa sum hendan er eitt gylt høvi hjá fyritøkum og viðskiftafólkum at møtast andlit til andlits, segði Heðin Mortensen millum annað
Ein vinnumessa sum hendan er eitt gylt høvi hjá fyritøkum og viðskiftafólkum at møtast andlit til andlits, segði Heðin Mortensen millum annað

“Alt gott um tað. Men tað er nakað, sum manglar í øllum hesum.

Tað er sjálvt sambandið millum fyritøku og viðskiftafólk. Tað sambandið, sum snýr seg um at møta viðskiftafólkunum í eygnahædd og at kunna vísa teimum, hvat hetta er fyri ein fyritøka og hvat hon hevur at bjóða.

Tann besta kundatænastan verður givin andlit til andlits, og tað er so nógv, sum kann verða misskilt ella detta niðurímillum í einum samskifti, sum bara er gjøgnum teldupost ella á eini heimasíðu.

Og ein vinnumessa sum hendan er eitt gylt høvi hjá fyritøkum og viðskiftafólkum at møtast andlit til andlits.”

Við Tjarnir er høgt til loftið og vítt til veggja
Við Tjarnir er høgt til loftið og vítt til veggja

“Tórshavnar kommuna er fegin um at stuðla Vinnumessuni. Vit síggja týdningin av at hava slík tiltøk, sum eru stimbrandi og mennandi fyri vinnuna og fyri handilslívið bæði her í kommununi og aðrastaðni um landið.

Kommunan vil eisini fegin skapa so góðar karmar sum møguligt fyri vinnulívið, og beint eystan fyri her vit nú eru, gera vit nú eisini eitt nýtt stórt vinnuøki.

Har verður pláss fyri bæði stórum og smáum fyritøkum, og áhugin og eftirspurningurin hevur verið stórur. So roknast kann við nógv øktum virksemi heruppi við stórhøllina við Tjarnir.”

Vinnumessan 2025 er opin fríggjadagin og leygardagin kl. 10.00-20.00. Tað er ókeypis atgongd.

Fyritøkur úr nógvum ymsum vinnugeirum eru við á vinnumessuni
Fyritøkur úr nógvum ymsum vinnugeirum eru við á vinnumessuni
Umframt so mangt annað ber til at fáa sær eina tatovering á vinnumessuni
Umframt so mangt annað ber til at fáa sær eina tatovering á vinnumessuni
Heðin Mortensen og Adam Andreasen, ábyrgdarblaðstjóri á Vinnublaðnum, sum skipar fyri vinnumessuni
Heðin Mortensen og Adam Andreasen, ábyrgdarblaðstjóri á Vinnublaðnum, sum skipar fyri vinnumessuni

Kelda & myndir: torshavn.fo 3 okt. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira