torsdag, juni 11, 2026
Home Tænastuvinna Móttøka í samband við leiðsluskiftið hjá ArtiCon

Móttøka í samband við leiðsluskiftið hjá ArtiCon

0 comments

Í gjár skipaði ArtiCon fyri móttøku á Hjalla í sambandi við leiðsluskiftið, sum fór fram 2. oktober.

Nógv fólk var samankomið at heilsa upp á bæði fráfarandi og nýggju leiðsluna.

Fráfarandi stjórarnir, Jón Sigurdsson og Niclas Joensen, hildu røðu og takkaðu fyri tíðina. Teir hava staðið á odda fyri felagnum heilt frá byrjanini fyri nærum 25 árum síðan, og hava við sínum arbeiði verið felagnum ógvuliga dyggir.

Nýggi stjórin, Sunnvard Andreasen, helt eisini røðu. Hann takkaði fráfarandi stjórnini fyri stóra íkastið í felagið og samfelagið sum heild. Samstundis gleddi hann seg til at menna felagið víðari saman við nýggju leiðsluni í ArtiCon.

Í henni sita:

• Sunnvard Andreasen, stjóri

• Christian Danielsen, fíggjarstjóri

• Torleif Waagstein, rakstrarstjóri

Við høvið røddi eisini nevndarformaðurin hjá ArtiCon, Mogens Vedel Hestbæk, sum undirstrikaði týdningin av arbeiðinum, sum bæði fráfarandi og nýggja leiðslan hava gjørt og fara at gera.

ArtiCon takkar hjartaliga øllum, sum góvu sær stundir at koma til móttøkuna, og ynskir øllum eitt gott vikuskifti.

Kelda & myndir: articon.fo 3 okt. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira