mandag, maj 25, 2026
Home Fólk og Samfelag STROYMDUR FYRILESTUR: Góðsking av menniskjanum

STROYMDUR FYRILESTUR: Góðsking av menniskjanum

0 comments

Í kvøld var beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Í byrjanini av 20. øld hevði biologivísindi ein virknan lut í arvarøkt og ættarreinsan. Í dag skapar genterapi og genetiskar royndir etiskar tvístøður – td. tá vit blíva sjúk, eru avvarandi, fáa børn ella frávelja at fáa tey. Fyrilestur v/ zoofysiologi Tobias Wang

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har – og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið. 

Dagfesting: 21. oktober 2025 Byrjar klokkan:18:00 Staðseting:Bókasavnið við løkin Endar klokkan:20:00

Kelda & mynd runavik.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira