mandag, januar 19, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Skattatrýstið veksur

Skattatrýstið veksur

0 comments

Skattatrýstið í Føroyum var 41,9 prosent í 2024. Tað er 1,3 prosent-stig størri enn í 2023. Orsøkin til vaksandi skattatrýstið er, at vøksturin í skattainntøkunum hevur verið størri enn samlaði búskaparvøksturin í árinum. Hetta skrivar Hagsotvan

Almennu inntøkurnar frá skattum og sosialum gjøldum vóru 11,7 milliardir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur á knappar 700 milliónir krónur, ella 6,4 prosent í mun til 2023. Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum var einans 2,9 prosent og tískil vaks skattatrýstið.

Persónligi inntøkuskatturin telur góð 40 prosent

Persónligi inntøkuskatturin sum húsarhaldini gjalda, er størsta inntøkukeldan hjá almenna geiranum. Inntøkurnar frá persónliga inntøkuskattinum vóru góðar 4,7 milliardir í 2024, og hava tær verið støðugt vaksandi síðan 2012. Á øðrum plássi eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi (MVG) á vørur og tænastur, sum var 2,5 milliardir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur á 9,9 prosent í mun til 2023. Hesar stóru inntøkukeldurnar vaksa lutfalsliga støðugt frá ári til ár, ímeðan aðrar skattainntøkur eru, sum sveiggja nógv. Serliga síggjast stór sveiggj í inntøkunum frá vinnufelagsskatti, kapitalvinningsskatti og tøkugjaldi.

Skattainntøkur skiftar á skattaslag

2023 – 2024

  munur
 20232024mió. kr.%
Skattir og avgjøld tilsamans11.018,911.718,8699,96,4
1 Inntøkuskattur6.261,26.562,5301,34,8
– Persónligur inntøkuskattur4.577,64.746,6169,03,7
– Vinnufelagsskattur683,1787,5104,415,3
– Kapitalvinningsskattur419,8397,6-22,2-5,3
– Avgjald av kapitaleftirlønum63,761,8-1,9-3,0
– Forskatting av eftirlønarinngjøldum517,0568,951,910,0
2 Kravd sosial tryggingargjøld1.368,61.386,417,81,3
– Kravd gjøld frá limum770,2784,213,91,8
– Kravd gjøld frá arbeiðsgevarum598,3602,23,90,6
3 Ognarskattir164,4168,84,42,7
– Arvaavgjøld18,623,95,428,9
– Vegskattur145,8144,9-0,9-0,6
4 Avgjøld á vørur og tænastur3.224,73.601,1376,411,7
– Meirvirðisgjald2.302,62.531,0228,49,9
– Tollgjøld84,784,90,20,2
– Punktgjøld176,8215,438,721,9
– Lønhæddargjald41,844,32,66,1
– Brennioljugjald78,3100,822,528,7
– Skrásetingargjald á motorakførum82,768,5-14,2-17,2
– Ferðaavgjald14,315,00,75,0
– Avgjald á ølframleiðslu o.a.27,233,26,022,0
– Avgjøld fyri eftirlit, loyvi og løggildingar71,875,43,65,0
– Kringvarpsgjald67,973,45,58,1
– Tinglýsingaravgjald52,453,41,01,8
– Tøkugjald á alivinnu213,1293,880,737,9
– Avgjøld á aðrar tænastur11,212,10,87,4

Kelda:Hagstova Føroya

Myndin niðanfyri vísir býtið millum skattasløgini í talvuni omanfyri. Inntøkuskattir, sum fevnir um eitt nú lønarskatt, vinnufelagsskatt og kapitalvinningsskatt, telja 56 prosent av skattainntøkunum. Avgjøld á vørur og tænastur telja 30,7 prosent, kravd sosial tryggingargjøld telja 11,8 prosent og ognarskattir, sum eru arvagjøld og vegskattur, telja 1,4 prosent.

Skattatrýstið veksur aftur

Skattatrýstið hækkaði munandi í 2020, tá koronufarsóttin brast á. Skattatrýstið var tá 43,7 prosent. Síðani er tað minkað á hvørjum ári inntil í 2024, tá tað aftur vaks. Eitt skattatrýst á 41,9 prosent er tó lutfalsliga lágt, hyggja vit aftur í tíð. Í 1999 var skattatrýstið 46 prosent. Tað minkaði stigvíst niður á eitt lægri støði árini eftir fíggjarkreppuna.

Næsthægsta skattatrýst í Norðurlondum

Sammett við hini Norðurlondini, liggja Føroyar á øðrum plássi, tá tað kemur til skattatrýst. Í Danmark er skattatrýstið 45,4 prosent sum er 3,5 prosent-stig hægri enn í Føroyum – harfrá eru heili 11,3 prosent-stig niður til Ísland, sum hevur lægsta skattatrýstið. 

Tú kast lesa meira her

Kelda & myndi inni í grein: hagstovva.fo okt 2025 Forsíðu mynd: Savnsmynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira