tirsdag, november 11, 2025
Home Leiðarin Leiðari: Hvørji vandamál standa Føroyar yvirfyri?

Leiðari: Hvørji vandamál standa Føroyar yvirfyri?

0 comments

Føroyska samfelagið stendur í dag yvirfyri einum røð av samansettum avbjóðingum – frá bústaðarneyð og arbeiðsmarknaði til ferðavinnu, útlendska arbeiðsmegi og politiskar rationaliseringar. Í hesum leiðara verður sett sjóneyka á, hvussu hesar trupulleikar snúgva seg um meira enn tøl og reglur: teir snúgva seg um, hvørjum vit byggja framtíðina á – og hvønn vit byggja hana fyri.

Gamalt var at spyrja: Hvørjum skulu vit liva av? Men í dag koyrir búskapurin við fullari ferð. Summi tosa um at rationalisera, onnur um fíggjarligt regulverk til at stýra búskapinum. Politikarar hava sett eina nevnd, sum skal effektivisera ella rationalisera samfelagið. Sum eg skilti tað, fáa tey fólkini í bólkinum tilsamans 300.000 krónur. Her tykist landsins stjórn hava misskilt okkurt. Skalt tú hava professionellar ráðgevarar til at greina samfelagið og koma við einari frágreiðing, ja, so kostar tað ikki bara 100.000 krónur – tað kostar milliónir.

Eg komi eisini at hugsa um allar tær milliónirnar, sum man hevur brúkt fyri at fáa oljuleiting í gongd í Føroyum. Men tað kemur ikki til hugs at geva til dømis Jan Muller og tveimum ráðgevum einar trýggjar milliónir og vita, um teir ikki kundu fingið okkurt samtak at leita og bora eftir olju og gassi við Føroyar.

Eg komi at hugsa um stórkapitalin, sum í dag rekur stóran part av samfelagnum. Spurningurin er, um tað ikki eru útlendingarnir, ið eisini eru við til at seta enn meira ferð á búskapin og eftirspurningin eftir bústøðum.

Ferðavinnan blómar. Men hvussu megnar landið at hava hóskandi stuðulskervi undir ferðavinnuni? Er neyðugt at renna okkum í eitt ferðavinnumynstur, sum vit ikki kunnu stýra – eins og vit kenna frá grannalondunum?

Eg komi at hugsa um sethúsaeigarar, sum fáa rentustuðul og hava møguleika at leiga íbúðir út til føroyingar við góðum skattafyrimunum, men heldur vilja leiga út til útlendingar til stuttíðarleigu. Løgið er, at man fær stuðul til at byggja sær egnan bústað og so kann brúka hann sum ferðavinnuligt mini-hotell, meðan føroyingar ikki hava góðar íbúðarmøguleikar. Sjálvandi veksur íbúðarneyðin, tá stórir hjállarar ikki verða brúktir sum leiligheitir – eins og fyrr.

Eg komi eisini at hugsa um øll tey summarhús og sethús, sum standa tóm á bygd, og har kommunur hava skyldu at veita ymiskar tænastur. Sjálvandi skal bygdafólkið og kommunan verða skaðaleys í hesum sambandi, og hetta hevur einki við ognarskatt at gera.

Tá tað kemur til arbeiðsmarknaðin, sigur teoriin, at man skal vaksa innan tey øki, har man hevur størstu kompetansurnar – tað vil siga maritima økið og fiskivinnan. Men um vit halda fram at niðurlaga fiskivinnuna, so fáa vit færri navigatørar, færri maskinfólk, færri elektrikarar og færri sjófólk, sum kunnu føra stórar valutainntøkur til landið.

Eg haldi, at tað var Hjørdis Hartman Niclasen, sum spurgdi, hvørja ávirkan tað hevur á føroyska samfelagið og búskapin, nú vit hava so nógvar útlendingar her. Um tey fáa familjusamanføring, hvussu ávirkar hetta okkara búskap upp á langt sikt? Her eru greiðar frágreiðingar frá eitt nú Danmark (so vítt eg minnist). Hetta hevur neiliga ávirkan upp á búskapin upp á langt sikt, tí talan er um fólk við lægri útbúgvingum, og trupulleikar stinga seg upp í skúlum og dagstovnum v.m., tí tað eisini eru mál- og mentanarligir trupulleikar.

Ein áhugaverdur spurningur er: Hvør verður glaðari og ríkari av, at vit sum land hava hundraðtals fremmand fólk við okkara fiskiskipum, flakavirkjum, bensinstøðum og hotellum? Meðan hetta hendir, sigst at føroyingar í hópatali flyta av landinum.

Hetta minnir meg nógv á teir trupulleikar, sum okkara grannalond hava skapt sær sjálvum.

Men aftur til búskapin: Eg haldi, at tað er ein franskur professari, sum er vorðin kendur fyri at greina lond og kanna, hvørji lond klára seg væl. Hann hyggur eftir, hvussu nógvar verkfrøðingar landið útbúgvir.

Sjálvandi skulu vit leita eftir olju. Sjálvandi skulu vit stuðla skipasmíð. Sjálvandi skulu vit gera trollemmar og hava netastovur og ørgrynnu av tøkni til alivinnuna. Og sjálvandi skulu vit útbúgva KT-verkfrøðingar og fáa allar hinar dugnaligu verkfrøðingarnar heim aftur úr Danmark at menna føroyska samfelagið.

Sjálvandi skulu vit eisini hugsa um alternativar vinnur. Men – just sum eg skrivi hetta – komi eg eisini at hugsa um, at um vit hava einar 2.000 útlendingar, ið arbeiða í Føroyum, og øll senda størsta partin av pengunum heim, so er eisini minni til handilsvinnuna í Føroyum og minni MVG v.m.

Men tá vit tosa um at minka ella effektivisera tann almenna sektorin, so skal annað til enn at niðurleggja tvey aðalráð ella at flyta partar av valvirkandi ambulatoriinum frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi til høvuðsstaðin. Nú komi eg eisini at hugsa um donsku “supersjúkrahúsini”, sum eru ein stór skandala á øllum økjum.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira