mandag, januar 19, 2026
Home Leiðarin Hvussu koma vit víðari

Hvussu koma vit víðari

0 comments

Vit hava eitt strukturelt hall á umleið 150 til 200  milliónir krónur árliga og Landsbankin sigur vit kunnu ikki gera íløgur í Suðuroyatunnilin nú, samstundis sigur Hagstovan at lønargjaldingar seta met

Leiðarin: Óli M. Lassen

Elsebeth sigur vit mugu bora, Tjóðveldi sigur at vit mugu fiska burðardygt og Aksel sigur nú er nokk kanna. Og Bárður sigur at vit gott kunnu brúka danskar pengar.

Búskaparráðið sigur vit mugu spara, og Araboð sigur vit mugu senda honum uppskot um hvussu vit skulu spara.

Eg hugsi hvat fer umleggingin til færri stjórnarráð at kosta og dupulta leigu. Hetta er tíðin tá almenna umsitingin keypir nýggjar teldur og telefonir, “heve senkeborð” og nýggjar stólar og modernisering av nýggjum aðalráðum, heimasíðum og búmerkjum v.m. Her kann eg fylgja vinnulívsmanninum og politikaranum Poul, at tað gevur als ikki meining.

Eg haldi vit skulu koyra á og byggja ein undirsjóvartunnil, so leingi sum vit eru í ríkisfelagsskapinum ella NATO er við til at fíggja, annars vónið eg at løgtingsfólk heilt ítøkiliga kunnu vísa á hvussu vit skulu rinda 25 mió kr um mánaðan í 30 ár ella 300.000.000 kr. um árið, tað er so tað sum skal fíggjast so ella so.

Sum Bárður segði um vit ikki eru í Ríkisfelagsskapinum so fer “ratingin” hjá okkum niður.

Um árliga rentan er  2,95% og fíggingartíðin er 30 ár, so skulu vit rinda 9 milliardir kr um alt er fíggja við lántøku. Um tað ikki er fíggja við lántøku, so mugu vit fáa at vita hvussu alt hongur saman.

Eftir stendur at um alt er fíggja við lántøku, so vita vit, at talan er um einar 25 mió. Kr um mánaðin í 30 ár.    25 x 12 =300 x 30= 9.000.000.000 kr.

Hartil verður ført fram, at vit hava eina skeiva gongd í fólkasamansetingini og øktar útreiðslur til heilsu og røkt.  Í dag hoyra vit um enn fleiri tunnilsverkætlanir og spurningurin er hvør og hvussu skal hetta fíggjast.

Við einum strukturellum halli millum 150 til 200 milliónum árlig og einari íløgu í ein  Suðuroyartunnili so skulu vit fíggja ella finna einar 500 milliónir árliga í mun til núverandi støðu.  Eg hugsið oftani um nær vaktar- & bjargingarskipið TJALDRI fær dupulta manning og nær Tollvaldið fær økta játtan til neyðugar tollkanningar í okkara havnum og á flogvøllinum. Eg hugsi eisini um hvussu tað er við støðuni tá kontan til sjúklingaviðgerð uttanlanda er tóm, fáa alvarsliga sjúk fólk hetta at vita frá læknunum?. Nú verður aftur tosa um Tjóðleikhús í okkara høvuðsstaði.

Kelda: Ger sjálvur ein graf her

Kelda til graf: laaneberegner.dk

PS: Tað er als eingin trupulleikið at binda Suðroynna í samferðslunetið so leingi vit eru í Rikisfelagsskapinum og tað er eisini hugsandi at NATO/Danmark vildu rinda fyri eina flotahavn og radarstøð í Føroyum. Tað er eisini hugsandi at gass- & oljuútvinnan kundi vera við til, at fíggja undurstøðukervið. Føroyar sum Fíggjarmiðdepil ? Tað ber ikki til bara at tosa um sparing, fokus má eisini verða á nýggjar inntøkukeldur.

Vinarliga Óli M. Lassen

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira