tirsdag, november 11, 2025
Home Leiðarin Uttanríkispolitikkur, Trygdarpolitikkur og Samhandil

Uttanríkispolitikkur, Trygdarpolitikkur og Samhandil

0 comments

Skulu vit liva í einum regulbaseraðum samfelag, so er neyðugt, at vit yvirhalda grundleggjandi rættindir hjá øllum, tað verið seg persónum ella vinnufeløgum.

Vit hoyra um at landið ætlar at boykhátta ella svartallista tvey russisk reiðaríðir og útvald skip. Hetta er ikki í trá við altjóða viðurskiftir, at meta og halda at onkur hevur gjørt okkurt ella kann fara at gera okkurt ólógligt, er ikki haldgóð grund fyri at gerða seg inn á útvald Russisk reiðaríðir.

FN hevur sagt at matvørur eru undantiknar boykotta, samstundis sum landsins myndugleikar arbeiða við at boykotta útvald skip so siga myndugleikarnir at teir framhaldandi ynskja at hava fiskivinnusamhandil við Russland.  Hetta virkar púra burtur við, at boykotta tvey Russiski reiðaríðir ið hava skip ið fiska við Føroyar og samstundis vilja gera nýggjan fiskivinnusáttmála við Russland kennist sera løgið.

Um vit halda at Russisk skip ikki bert fiska men eisini njósnast og gerða seg inn á kritisk infrakervið, káplar til samskiftið so er at taka teir fyri tey brot sum tey gera, men man kann ikki illtonkja russisk sjófólk og russisk reiðaríðir og útihýsa útvaldum skipum at fiska við Føroyar tí EU ella onkur fregnatænasta sigur at tey kanska njósnast og føra hybrid kríggj er púra burturvið.

Russiska fólkið er okkara vinir og vit hava einki útistandandi við russisk sjófólk, um onkur njósnast so má “mótnjósningin” taka sær av, tí og um onkur ger seg inn á kaðalar so má sjóverjan og løgreglan taka sær av tíð og koma við prógvum soleiðis at tey í gera ónáðir blíva rættarsøkt.

Fyri tað næsta so hava vit ongar radarar sum nakar kann gera seg inn á og vit hava heldur ongar hernaðarligar installatiónir á landi og vit hava heldur ongan flotabasa. So hvat og hvar skulu russar njósnast?

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira