tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Samfelag Námsfrøðingar ella hjálparfólk tilDR.MARGRETHU BARNAGARÐ

Námsfrøðingar ella hjálparfólk tilDR.MARGRETHU BARNAGARÐ

0 comments

Vit søkja eftir 2 námsfrøðingum ella hjálparfólkum, ávikavist 20 og 30 tímar um
vikuna, at byrja 05.01.2026, ella eftir nærri avtalu.
Eisini søkja vit eftir barsilsavloysara fyri námsfrøðing, 30 tímar um vikuna,
at byrja 01.03.2026

Arbeiðstíðin er millum 7.30 og 17.00.
Størvini eru í vøggustovu í aldrinum 0 til 3 ár og barnagarðsstovu í aldrinum 3 til 5/6
ár.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan
at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag. Vit leggja stóran dent á tú ert
nærverandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar,
fótbóltsvøllin, (rennibreytina), svimjuhøllina, ítrottarhallirnar, bókasavnið og onnur
almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum
starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 /8.
Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella
varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
12.11.2025, kl. 12.00.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo

Starvslýsing

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira