mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Fá tap og lítlar avsetingar í føroysku bankunum

Fá tap og lítlar avsetingar í føroysku bankunum

0 comments

Í 2024 vóru tapini hjá føroysku bankunum av útlánum til vinnukundar 0,3% av samlaðu útlánunum, sí mynd 1. Tap av útlánum til húsarhald eru lægri, enn til vinnukundar. Tapini av útlánum til húsarhald vóru 0,1% í 2024, sí mynd 2

Upphæddin, sum føroysku bankarnir tilsamans hava sett av til møgulig tap av útlánunum til vinnukundar í 2025 svara til 3,5% av útlánunum, og møgulig tap av hesum útlánum í 2025 vísa seg ikki fyrr enn í komandi árum, sí mynd 1.

Fyri húsarhaldini hava peningastovnarnir sett 0,9% av ímóti tapi burturav samlaðu útlánunum í 2025, sí mynd 2. 

Mynd 1. Tap og avsetingar, vinnan

Mynd 1. Tap og avsetingar, húsarhald

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.

Kelda: Landsbankin 14 nov. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira