mandag, februar 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Høvuðsráðgevarasáttmálin um útbyggingina av farstøðini í Vága Floghavn undirskrivaður

Høvuðsráðgevarasáttmálin um útbyggingina av farstøðini í Vága Floghavn undirskrivaður

0 comments

Fríggjadagin 14. november 2025 undirskrivaðu partarnir fyri SMJ og Vága Floghavn undir høvuðsráðgevarasáttmálan fyri útbyggingina avfarstøðini íVága Floghavn. Hetta skrivar Vága Floghavn á teirra heimasíðu

Tann 10. juni í ár varð kunngjørt, at SMJ saman við Zeso (DK), Kontrast (FO), Spenn (FO) og Niras (DK), vann verkætlanarkappingina um útbyggingina av farstøðini í Vága Floghavn. Síðani tá hava samráðingar verið millum partarnar og nú er høvuðsráðgevarasáttmálan undirskrivaður, so at projekteringin av álvara kann fara í gongd. 

Mynd 24.fo

”Vit eru fegin um at hava undirskrivað sáttmálan, so projekteringin kann fara í gongd. Eisini fegnast vit um, at halda áfram við góða samstarvinum við SMJ og øll, ið eru partur av hesi stórslignu verkætlan.”

Á myndunum síggjast stjórin fyri Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen og stjórin fyri SMJ, Pætur Jakobsen, skriva undir.

Kelda & myndir: fae.fo og flogfar mynd frá 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira