mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Knapt 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin var 0,6% Hetta skrivar Hagstovan

Knapt 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin var 0,6% Hetta skrivar Hagstovan

0 comments

1. november búðu 54.870 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 343 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí at færri fluttu úr Føroyum.

Happy family with kids decorating Christmas tree at home. Mother, father and children presents opening.

Fólkatalið nærkast spakuliga 55 túsund. Tað kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands. 

Tann 1. november búðu 54.870 fólk í Føroyum. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.

Minni fráflyting og størri føðital

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 182 fólk og einari nettoflyting á 161 fólk. 

Burðaravlopið var um 50 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um hálvfjerðs fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Nettoflytingin var á leið 100 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga, tí fráflytingin var minni. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.nov

Flytingarnar við tað sama

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað vísir, at flytingarnar hava ligið í einari støðugari legu seinastu mánaðirnar. Fráflytingin er um 120 í miðal um mánaðin, meðan tilflytingin er um 130 í miðal um mánaðin. Gloppið ímillum til- og fráflyting, t.e. nettoflytingin er tí lítið — um 10 í miðal mánaðarliga. 

Tú kanst lesa meira her

Kelda & mynd: Hagstovan Mynd inni á grein 123rf.com

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira