Tórshavnar kommuna, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Atlantic Airways eru felags um stuðulsskipanina Loftbrúgv til listafólk, sum nú hevur 10 ár á baki.
Hesi 10 árini hevur Loftbrúgvin latið meir enn 2.500 ferðaseðlar til føroysk listafólk, sum hava havt virksemi uttanlands.
Nýggj avtala um Loftbrúnna fyri 2026-2028 varð undirskrivað í Norðurlandahúsinum mikudagin. Norðurlandahúsið hevur verið partur av Loftbrúnni, men hevur tikið seg úr fyribils vegna sparingar.
“Tað kennist væl sum kommuna at kunna stuðla okkara listafólkum við Loftbrúnni, soleiðis sum Tórshavnar kommuna nú hevur gjørt í 10 ár. Við hesum stuðla vit ikki bert okkara evnaríku listafólkum, men eisini okkara egna mentanarlívi.
Loftbrúgvin til listafólk gevur okkara listafólkum betri møguleika at búgva í Føroyum og ríka okkum við síni list her heima, samstundis sum tey kunnu breiða føroyska list og mentan út í onnur lond og skapa listalig samstørv tvørtur um landamørk.
Hetta er sjálvsagt nakað, sum Tórshavnar kommuna tekur undir við og vil stuðla,” sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Eivør serstakan heiðurEmpty heading
Í sambandi við, at nýggja avtalan varð undirskrivað, var eisini ein serstakur 10 ára heiður latin Eivør Pálsdóttir, sum var 10 ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
“Eivør Pálsdóttir hevur saman við bólki sínum um nøkur staðfest týdningin av Loftbrúnni til listafólk. Sum ein av okkara fremstu tónleikarum hevur Eivør ferðast kring allan heimin við tónleiki sínum í nógv ár. Vit, ið varða av Loftbrúnni til listafólk, eru sera fegin um at kunna stuðla Eivør og bólki hennara við altjóða yrkisleiðini, har hon ferð eftir ferð er við til styrkja ímyndina av Føroyum og einum ríkum og fjøltáttaðum mentanarpalli,” siga tey í stuðulsnevndini. Tað er stuðulsnevndin, sum er mannað við einum umboði fyri hvønn samstarvspart, ið hvønn mánað viðger innkomnar umsóknir.
Og Eivør sjálv fegnast, bæði um heiðurin og Loftbrúnna.
“Seinastu 10 árini hava stórt sæð allar konsertir, eg havi havt úti í heimi, verið við føroyskari manning. Tá ið vit fara avstað, eru vit fimm fólk, sum ferðast úr Føroyum, so fyri okkum hevur Loftbrúgvin verið eitt týðandi íkast, sum er við til at gera ein dreym til veruleika, og sum lættir um hjá okkum tónleikarum í Føroyum at koma út um landoddarnar við tónleikinum,” sigur Eivør Pálsdóttir.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Herálvur Joensen, aðalstjóri í uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, undirskrivaðu nýggju avtaluna, sum er galdandi fyri 2026-2028.
Kelda & myndir: torshavn.fo
