mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Leigubústaðir í Dalabú

Leigubústaðir í Dalabú

0 comments

Tórshavnar kommuna og Bústaðir hava skipað almannagagnligt bústaðarfelag um leigubústaðir við Dalavegin, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Tað er Bústaðir, sum umsitur leigubústaðirnar. Fyrst í januar verða hesar íbúðir bjóðaðar út til tey, sum eru á bíðilistanum hjá Bústøðum.

Ert tú ikki á bíðilistanum, so kann tað skjótt og lætt gerast umvegis heimasíðuna hjá Bústøðum www.bustadir.fo Har eru eisini allar upplýsingar um leigubústaðir.

Neyvari upplýsingar um íbúðirnar við Dalavegin verða tøkar, tá tær verða bodnar út.

Væntandi kunnu tey fyrstu flyta inn um miðjan januar.

Kelda & mynd: torshavn.fo 18-12-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira