mandag, februar 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Elsa Berg á stórari arktiskari ráðstevnu

Elsa Berg á stórari arktiskari ráðstevnu

0 comments

Í hesum døgum er Elsa Berg, borgarstjóri, við á stóru altjóða ráðstevnuni Arctic Frontiers 2026, sum verður hildin í Tromsø í Noregi.

Altjóða politikkur, umhvørvi, náttúruvernd, orka, gransking og vinnulív á sjógvi og landi eru millum evnini, ið verða umrødd á pallborðsfundum við gestum úr øllum heiminum.

Millum luttakararnar á ráðstevnuni eru Kaja Kallas, varaforseti í ES-kommissiónini og ES-ráðfrú í uttanríkismálum og trygdarpolitikki, Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, Espen Barth Eide, norskur uttanríkisráðharri, og Vivian Motzfeldt, grønlendsk landsstýriskvinna í uttanríkismálum.

Elsa Berg hevur eisini fundast við fleiri borgarstjórar úr arktiskum og norðurlendskum býum, sum eins og Tórshavnar kommuna eru limir í arktiska borgarstjórasamstarvinum Arctic Mayors’ Forum.

Eisini hevur Elsa Berg í hesum høpi hitt Kaju Kallas til ein stuttan fund um týdningin av býarsamstarvi í arktiskum londum í hesum tíðum.

Kjak um arktiskt samstarv

Elsa Berg skal vera við í tveimum pallborðsorðaskiftum.

Mikumorgunin verður tað pallborðskjak við øðrum borgarstjórum og kommunalum ráðgevum um hvussu vit varðveita og styrkja samstarvið millum arktiskar býir og bygdir við serligum atliti til Arctic Mayors’ Forum. Umframt Elsu Berg verða eisini umboð úr Noregi, Svøríki, Kanada og ES við í hesum kjakinum.

Og hósdagin eitur pallborðið “Stories from the Coast”, har millum annað norska fiskivinnuráðfrúan Marianne Sivertsen Næss og íslendska vinnumálaráðfrúan Hanna Katrín Friðriksson eisini sita við pallborðið.

Hetta verður samstundis eitt av seinastu tiltøkunum á ráðstevnuni, sum endar hósdagin.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira