lørdag, maj 16, 2026
Home Fólk og Samfelag Talgildar tænastur ikki tøkar frá 17. apríl vegna KT-umlegging. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni

Talgildar tænastur ikki tøkar frá 17. apríl vegna KT-umlegging. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni

0 comments

Tórshavnar kommuna fer undir eina størri KT-umlegging seinnapartin fríggjadagin 17. apríl. Arbeiðið hevur við sær, at fleiri av okkara talgildu tænastum ikki eru tøkar.

Millum annað eru Pláss-skipanin, ForeldraGluggin og umsóknarmøguleikar á Vanganum ikki tøk frá klokkan 17 fríggjadagin. Og frá klokkan 21 eru eisini heimasíðan torshavn.fo og tiltakskalendarin Tímin óvirkin.

Tænasturnar eru óvirknar, til arbeiðið er liðugt. Vit vóna, at tænasturnar eru tøkar aftur seinnapartin leygardagin 18. apríl.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira