torsdag, juni 11, 2026
Home Fólk og Samfelag Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í apríl

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í apríl

0 comments

Hetta eru 0,2 prosenstig minni enn í sama mánað í fjør. Hetta skrivar Hagstovan

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í apríl var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.

Í apríl vóru 335 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 60 færri enn í sama mánað árið fyri. 

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í apríl vóru tað 286 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 47 færri enn í apríl í fjør. 

Arbeiðsloysið minni hjá kvinnum

Í apríl vóru 118 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 98, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er minkað við 0,1 prosentstigi í mun til árið fyri. 

Av monnum vóru 217 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 188, sum svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein minking á 0,1 prosentstig í mun til árið fyri. 

Les meira her

Suðuroyar øki størsta arbeiðsloysi

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í apríl var arbeiðsloysið minst í Vága øki við 0,5 prosentum, sum er 0,5 prosentstig minni enn í sama mánað árið fyri. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 1,6 prosentum, sum tó er 1 prosentstig lægri samanborið við apríl í fjør. 

Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira