Tórshavnar kommuna er í eini tilgongd at gera ein arkitekturpolitikk og skipar í hesum sambandi fyri borgarafundum við áhugabólkar. Harumframt er ein spurnarkanning løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, ið hevur til endamáls at fáa innlit í hugburð og meiningar, ið skulu leiðbeina arkitekturpolitikkin.
Allir borgarar í kommuni, og onnur, ið hava tilknýti, og sum brúka høvuðsstaðarkommununa ella hava meiningar um evnið, eru vælkomin at trýsta á leinkið niðanfyri og svara spurnarkanningini. Kanningin er dulnevnd og tekur umleið fimm minuttir at svara.
Arbeiðið at gera nýggjan arkitekturpolitikk verður eftir ætlan liðugt í ár
https://player.vimeo.com/video/1194746807?app_id=122963Framleiðsla: Júst so v. Gorm Just Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré