torsdag, september 17, 2026
Home Fólk og Samfelag Umboðsmaðurin var fyrra hálvár 2026 á eftirlitsvitjan á trimum røktarheimum

Umboðsmaðurin var fyrra hálvár 2026 á eftirlitsvitjan á trimum røktarheimum

0 comments

Eftirlitsvitjanirnar á røktarheimunum vórðu rættaðar móti støðuni hjá eldri borgarum, sum búgva á stovni, teirra dagligdegi, herundir eitt nú samband (relatiónir) við avvarðandi, millum búfólkini og starvsfólkini, virkni og heilsu, sjálvsavgerðarrætt, harðskap og inntrivum, sambært tvingsilslógini.

Eftirlitsvitjaninar vóru á:

  • Heiminum við Vágna, tann 3. februar 2026. Heimið er bústovnur hjá Norðoya Bú- og heimatænastu
  • Heiminum á Sýnini, tann 15. apríl 2026. Heimið er bústovnur hjá Vesturvón
  • Suðuroyar Ellis- og røktarheimi, tann 13. mai 2026. Heimið er bústovnur hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroy


Eftirlitsvitjaninar tóku m.a. útgangsstøði í hesum lógum:

  • Eldralógini, lóg nr. 19 frá 7 apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. 
  • Tvingilslógini, lóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin
  • Verjumálslógini, anordning nr. 397 frá 20. apríl 2021 om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven
  • Lógini um framtíðarfulltrú, lóg nr. 157 frá 10. desember 2021 um framtíðarfulltrú


​Á vitjanunum legði umboðsmaðurin dent á at lýsa gerandisdagin hjá búfólkunum. Í hesum sambandi vórðu m.a. hesi viðurskifti umrødd:

  • dagligdagurin á deildini, m.a. tiltøk, ítriv og o.a. fyri virkni, trivna og umsorgan
  • sambond (relatiónir) og samskifti við tey avvarðandi
  • sjálvsavgerðarrættur, samtykki, verjumál, framtíðarfulltrú og fíggjarviðurskifti
  • trygd, tvingsil og onnur inntriv, valdsnýtsla v.m.


Áðrenn vitjanina vórðu búfólk og teirra avvarðandi kunnaði um, at umboðsmaðurin kom á eftirlitsvitjan, og at tey, sum ynsktu tað, høvdu møguleika at tosa við umboðsmannin.

Eftirlitsvitjaninar vórðu skipaðar soleiðis, at byrjað varð við einum fundi við leiðsluna og umboð fyri starvsfólkini. Eftir fundin varð víst runt á heimunum. Síðani tosaði umboðsmaðurin við búfólk, avvarðandi og starvsfólk, sum ynsktu samrøðu við umboðsmannin. At enda var samrøða við leiðsluna, har tikið varð samanum dagin.

Umboðsmaðurin hevur gjørt frágreiðingar frá hesum eftirlitsvitjanunum.

Norðoya Bú- og heimatænasta, Vesturvón og Bú- og heimatænastan í Suðuroy og leiðslurnar á heimunum fingu høvi at gera viðmerkingar til frágreiðingarnar. Nú frágreiðingarnar eru lidnar, eru tær, umframt at vera sendar til nevndu eldrasamstørv og leiðslunum fyri heimini, eisini sendar landsstýriskvinnuni í heilsumálum (eldralógin, kommunulæknaskipanin og psykiatriski depilin) og Løgtinginum.

Frágreiðingarnar eru grundarlag undir teimum samandráttum, sum kunnu lesast í fylgiskjølunum 1-3,  har tikið verður samanum frá vitjanunum, og hvørji tilmæli umboðsmaðurin hevur givið.


Her er stutt samanskriving av viðmerkingum og tilmælum frá umboðsmanninum


Um dagligdagin á deildunum

Meðan Heimið við Vágna er ein nýggjari bygningur (uml. 10 ár), eru Heimið á Sýnini (frá 1972) og Suðuroyar Ellis- og røktarheim (frá 1977) eldri bygningar, sum við tíðini eru umbygdir. Fatanin hjá umboðsmanninum var, at við teimum broytingum og dagføringum, sum vóru gjørdar, var talan um stovnar, ið høvdu rímiliga góðar karmar til sítt virksemi, og í innrættingini var eisini roynt at skapa heimiligar umstøður. Á tveimum av heimunum vóru tó ynski um at fáa pausurúm til starvsfólkini, og mælti umboðsmaðurin leiðsluni at umhugsa, hvussu betrast kann um hesi viðurskifti, so fysisku umstøðurnar ikki leggja eyka trýst á starvsfólkini og teirra arbeiðsumstøður.

Eisini var tað fatanin hjá umboðsmanninum, at hóast ynski var um at fáa fleiri starvsfólk við viðkomandi útbúgving, so hevði verandi starvsfólkahópur neyðuga fakligheit at taka sær av búfólkunum. Heimini tyktust tó ivasom um, hvussu tey í framtíðini kunna útvega nóg nógv starvsfólk við nøktandi førleikum. Í hesum sambandi viðmerkti umboðsmaðurin m.a. at fyri framhaldandi at tryggja dygdina í tænastuni á stovninum, gerst tað meira og meira týðandi at hava greiðar mannagongdir og góða upplæring av nýggjum starvsfólkum. Eisini vísti umboðsmaðurin einum av heimunum á, at tað kann geva trupulleikar at hava avloysaraskipan, sum berandi fakliga trygd í eini vaktarskipan, tí avloysarar hava vanliga rætt til eftir egnum umstøðum at takka ja og nei til vaktir.

Arbeiðið tyktist samanumtikið væl skipað. Tænastan og umsorganin varð veitt við denti á, at talan var um búfólk, sum hava ellisbrek av ymiskum slagi, at halda tey virkin eftir evni, og at geva teimum umsorgan og innihaldsríkar dagar.

Tey avvarðandi, sum tosaðu við umboðsmannin, vóru samanumtikið væl nøgd við tænastuna, ið stovnarnir veittu búfólkunum, tó høvdu onkur avvarðandi viðmerkingar til ítøkiligu tænastuna, ið búfólk fekk, sum tey varðaðu av, og onkur avvarðandi hildu, at búfólk hevði ein í so passivan dagligdag. Umboðsmaðurin mælti í hesum sambandi stovnunum til at skipa ymisk tiltøk, sum geva meining bæði fyri heildina og hjá tí einstaka, so tað verður tryggjað, at øll búfólkini hava onkran aktivitet, sum tey trívast við.

Viðvíkjandi sambondum (relatiónir)
Vitjanirnar góvu umboðsmanninum ta fatan, at heimini skapa góðar møguleikar fyri, at búfólk og teirra avvarðandi kunnu hava tætt samband, hóast bústaðurin er á einum stovni.

Sálarfrøðiliga arbeiðsumhvørvi
Undir vitjanunum var sálarfrøðiliga arbeiðsumhvørvið umrøtt. Serliga var komið inn á spurningin um at tryggja virðiligt samskifti millum avvarðandi, búfólk og starvsfólk, og hvønn týdning hetta hevur fyri trivnaðin hjá starvsfólkum og búfólkum.

Samstarvsráð
Á tí eina røktarheiminum varð upplýst, at samstarvsráðið ikki var valt. Sambært § 15 í Eldralógini, var eitt lógarkrav, at velja eitt samstarvsráð á hvørjum røktarheimi, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið. Umboðsmaðurin heitti tí á stovnin um at velja og skipa eitt samstarvsráð fyri stovnin. Umboðsmaðurin fekk seinni kunning um, at nú er samstarvsráð valt og væntast í næstum at fara til verka.

Sjálvsavgerðarrættur og samtykki, verjumál, framtíðarfulltrú og fíggjarviðurskifti
Staðfestast kundi, at verjumálini vóru fá, og tey snúðu seg bert um fíggjarviðurskiftini. Fíggjarviðurskiftini millum búfólk og stovn vórðu skipað eftir føstum og greiðum leisti, og fíggjarviðurskiftini góvu annars ikki stórvegis trupulleikar.

Øll búfólkini høvdu sostatt sjálvsavgerðarrætt, og var hetta nakað starvsfólkini tóku atlit at í sambandi við veiting av røkt og umsorgan yvirfyri einstaka búfólkinum.

Viðvíkjandi trygd, harðskapi, valdsnýtslu og tvingsil
Heimini høvdu skipanir um fráboðan av valdsnýtslu og harðskapi, og starvsfólkini høvdu fingið skeið í at handfara tvístøður og harðskapsstøður. Staðfest varð, at tað kom nærum ikki fyri, at fysiskur harðskapur var á heimunum, men at onkuntíð kundi orðalagið gerast í so hóttandi. Umboðsmaðurin mælti í hesum sambandi til, at starvsfólk eisini fáa læring í at handfara og at steðga verbalum harðskapi.

Í sambandi við eftirlitsvitjaninar hevði umboðsmaðurin kunnað seg um, í hvønn mun stovnarnir, í tíðarskeiðnum 2023 og 2024, høvdu søkt Kærustovnin um góðkenning til tvingsilsinntriv.

Undir vitjanunum kundi staðfestast, at stovnarnir høvdu kunnað seg um Tvingsilslógina, og at tað skal søkjast um góðkenning frá Kærustovninum til inntriv í eginfrælsið, so sum serliga upplatingarskipan til hurð, serlig hurðahondtøk, ávaringarskipanir og peiliskipanir, og at søkjast skal, áðrenn inntrivini verða sett í verk.

Umboðsmaðurin vísti á, at inntriv, sum eru tvingsil sambært Tvingsilslógini, krevja góðkenning.  Hóast tvingsil í serligum førum kann sýnast at verða neyðugur fyri at veita nøktandi røkt og umsorgan til búfólk, so skal altíð gerast ein ítøkilig meting av støðuni hjá einstaka búfólkinum. Inntrivini eiga at verða rættaði móti einstaka búfólkinum og ikki øllum búfólkunum sum ein samlað eind.

Í einum føri staðfesti umboðsmaðurin at gildið á inntrivinum var útgingið og minti stovnin á at søkja nýggja góðkenning, um tørvur enn var á inntrivinum. Eftir at hava mett um málið, søkti stovnurin nýggja góðkenning frá Kærustovninum. LUM 25/32276, 26/02087 og 26/06396

Kelda:lum.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira