Home VinnaVinna & Samfelag Fiski- & Alivinna

Fiski- & Alivinna

Í samband við at 24fo.net verður niðurlagt so verða ávísar greinar lagdar & lesarabrøvinn her á 24fo.news samstundis sum talvur um brúktar fiskidager verður dagførd her.

Grein / lesarabræv frá 2016 Fiskivinnunevndin 2016 – Breitt samansett nevnd

written by OML 21. januar 2016

Í dag kunngjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Høgni Hoydal hvussu nevndin í skal viðgera fiskivinnunískipan er manna.

Nevndin er mannað soleiðis:
Johnny í Grótinum, formaður
Hans Ellefsen, næstformaður
Árni Dam
Egil Olsen
Kristina Samuelsen
Malan Johannesen
Herválvur Joensen
Eydna í Homrum

Í nevndini eru fleiri búskaparfrøðingar og løgfrøðingar og fólk við hollum royndum til fíggjarvinnu og fiskivinnuviðurskifti.

Vit skulu ikki viðgera alla nevndina her og teirra førleikar, men formaðurin í arbeiðsbólkinum hevur drúgvar royndir í føroyska fíggjarheiminum.

Herálvur Joensen hevur mastergrad í løgfrøði og er í dag stjóri í Føroya Reiðarafelag og hevur drúgvar royndir frá almennari umsiting og var hann eisini aðalstjóri í Fiskimálaráðnum og hevur hann arbeitt við havrætti og oljuvirksemið hjá Føroyum.

Arni M. Dan hevur siglt sum skipari í fleiri ár og verið reiðari og var hann við til at gera fiskidagaskipanina. Eisini var hann skrivari í Føroya Reiðarafelag og har var hann við til at seta ferð á tilgongdina til at Føroyar settu sær fyri at gagnnýta makreltilfeingið undir Føroyum, og var her talan um sera slóðbrótandi arbeiði.

Eigil Olsen er fiskaríøkonomur og hevur hann í mong ár arbeitt við fiskivinnuviðurskiftum tí er einki at ivast í at nevndin hevur fleiri persónar í nevndini ið hava góðan kunnleika til Føroyskt vinnulív og Fiskivinnu sum heild. Umframt holla vitan um vinnuviðurskifti so er eisini fleiri onnur fólk í nevndini í hava holla vitan um búskap, løgfrøði og samfelagsviðurskifti, tí er at vóna at nevndin kann gera eitt skilagott tilmælið til politiska myndugleikan.

Stórir fiskivinnureformar eru framdir – uttan minstu viðgerð í samfelagnum. Her er endurgivin grein frá 24.fo frá mars 2015

Hvat skal Føroyar liva av í komandi tíðum

Tað eru nógv atlit at taka í samband við eina nýggja fiskivinnuskipan skrivar sambands politikarin um fiskivinnunýskipan Eivind H. Jacobsen.Tað sum politikarin skrivar er sera rámandi og lýsir sera greitt tað viðgerð politiska skipanin hevur gjørt av fiskivinnuni. Hendan viðgerð er eyðkend, við at hon hevur einki við rakstur av fiskivinnuni at gera, men bert atlit, ið hava til endamáls at leggja fótonglar fyri vinnuna og fylla ein landskassa ið hevur strukturelt hall.

 “Tað eru nógv atlit at taka um eina nýggja fiskivinnuskipan: veiðiloyvi, gildistíðir, uppboðssøla, heildarkvotur, eginkvotur, fiskidagaskipan kontra kvotuskipan, útlendskur ognarskapur og kapitalur í føroyskum fiskiførum, øll veiða um føroyskan kaikant, fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.” Skrivar Eivind H. Jacobsen á Norðlýsinum 4 mars. 2015

Øll omanfyri viðurskiftir eru mestsum púra óviðkomandi, um tey ikki verða sett inn í ein størri samanhang. Tað er spurningurin hvussu skapa vit lønsemið hjá feløgum, ið eru í fiskivinnuni og hvussu skapa vit trygg viðurskiftir fyri vinnuna. Samstundis er sera viðkomandi at spyrja, hvat er tað fyri samfelag vit ynskja?  Ynskja vit eitt samfelag har nógv fólk eru arbeiðsleys? Og sera fáar stóra vinnueindir við góðum lønsemið? og eini 2000 færri starvsfólkum innan fiski- og flakavinnuna?

Mestsum alt í verður tosa um í fiskivinnureforminum, ger tað enn meira ótrygd og førir til at vit fáa eina enn størri konsentratión av rættindum á fáum hondum – tí vanligi fiskimaðurin tímir ikki at fáast við sovorðið putl sum uppboðssølur av rættindum í tíð og ótíð og ótryggleika um longdina av loyvinum t.d. 1 ár ella 5 ár. Hetta minnir mest um børn sum spæla.

Bara 2 línuskip og 2 trolarar (nýbygningar) til botnfiskaveiðu kosta lættliga 400 milliónir krónur. Tað verður nógv tosa um tey ið skulu koma inn í vinnuna, eingin tosar um allar teir vinnulívsmenn / sjómenn ið er koyrdir úr vinnuni orsaka av politiskum avgerðum og væntandi politiskum avgerðum.

Spurningurin í hevur veri nógv frammi er hvør eigur, men er meiri áhugavert at spyrja hvør stýrir feløgum í føroysku fiskivinnuni.

Fyri samfelagið er tað áhugavert hvør leiðir okkara vinnufyritøkur fyri at skapa vøkstur og fjølbroytni og harvið fáa hóskandi vinnugreinar í samfelagnum, sum kasta nokk av sær til samfelagsbúskapin, og tað er hetta vit eiga at viðgera í nógv størri mun.

Fiskivinnureformurin 2010

Óli M. Lassen, siviløkonomur. Samfelags- & Vinnubúskap á RUC. Koncernstýring, strategisk planleggjan á økonomistýring v.m. á cand.merc. studiunum á CBS. Hevur í mong ár arbeitt við fiskivinnuviðurskiftum, sum reiðari og skrivað frágreiðingar um fiskivinnu fyri fiskimálaráðið.

Fyrst er at siga, at tað er framdur ein risa fiskivinnureformur í Føroyum seinastu árini, stór havøkir eru friða, skerjingar í fiskidøgum, og útlutan av risa nýggjum rættindum, serliga til trolaraflotan. Samstundis er farin fram ein stór niðurgongd í húkaflotanum og nógv feløg í reka húkaveiðu hava mist síni skip. Djúpvatnstrolarar og partrolarar eru lagdir í ein bólk uttan minstu viðgerð. Nýggj  uppisjóvarrættindi eru útlutað til ávís feløg ið eiga eitt trol uttan uppisjóvarveiða hevur verið partur av teirra virksemið nakrantíð. Minstulønin er løgd á flotan, har stórur partur framanundan hevði háll.

Hvat skal Føroyar liva av ?

Øll lond hyggja eftir hvat fyri vinnugreinar landið hevur og hvussu kann man flyta seg til so góðar vinnugreinar sum møguligt og har man hevur nógvar royndir, og sum kunnu skapa neyðug virðir fyri samfelagið. Sjálvt felagið hjá akademikarunum rópar varskó um skeiva gongd á arbeiðsmarknaðinum við nógvum arbeiðsleysum akademikarum. Undirvísingarmálaráðið í DK roynir at fáa fólk at taka útbúgvingar, ið væntandi fara at geva samfelagnum besta ágóða, verkfrøðingar v.m. Eisini hava bæði Danmark & Noreg fingið eyguni upp fyri, at tað er neyðugt at uppraðfesta maritimu útbúgvingarnar, tí londini vita, at samfelagsliga geva størv í frálandavinnuni, shipping og fiskivinnuni risa inntøkur til londini bæði sum hýrur og avleidd virksemið.

Í Føroyum eru vit farin øvugtan veg og hava valt ikki at viðurkenna, at nógv fólk í flaka, fiski- og frálandavinnuni geva gott avkast til samfelagsbúskapin. Hvar hava vit sum land nakrar av okkara bestu førleikum, jú nevniliga innan sjóvinnu. Yvirmenn, fiskimenn og dekkarar v.m.

Kreppa í heimaflotanum

Frá 2004 til 2013 eru 1.812 færri størv í fiskivinnu og flakavinnuni. Hagstova Føroya. Botnfiskaveiðan er á søguliga lágum støði og er veiðan eftir upsa, toski og hýsu lægri í dag enn kreppuárini fyrst í 1990´unum. Brot úr aðrari grein á 24.fo

Fokus fari av kós

Tí er fokus farið heilt av kós, tá vit í dag síggja, at stórir partar av trolaraflotanum og útróður- og línuflotanum hava tað trupult. Og harvið er sera stór niðurgongd í arbeiðsplássum innan hesar vinnugreinar. Hetta førir við sær at tann natúrliga tilgongdin til maritimu vinnurnar minkar og harvið minkar framtíðar inntøkurnar frá hesum týðandi vinnugreinum. Her skal sigast, at tað eru fólk, ið halda at nøkur fá skip megna at fáa risa avkast og bera landinum uppi. Hetta eri eg ikki samdur í, tí er í fleiri ár frameftir neyðugt at hava eina rímiliga stóra vinnugrein flaka- & fiskivinna, tí vit hava ikki alternativar vinnur enn, sum kunnu “avlasta” hesar týðandi vinnur fyri samfelagsbúskapin.

Tosa verður um veiðitrýst og yvirkapitalisering

fiskidagar97-2013

Sum talvan vísur so er botnfiskaveiðan við húkið mestsmum steðga upp. Frá 30.000 døgum til einar 6.000 – 7.000 dagar árliga. Vit vita eisini at trolaraflotin er minkaður og at har hevur heldur ikki verið so nógv roynd seinastu árini. Lítið til av upsa og lítil roynd. Men eisini her eru tað fólk í landið okkara í tosa um veiðutrýst. Hetta er heilt óhugnaligt. Viðgerðin av okkara gomlu høvuðsvinnu er á so lágum støði, at tað minnir um moldboðara virksemið.

Talvan fyri bólk 3 vísur einans skrásettar dagar. Hetta merkir at veiða á rygginum har 1 dagur telur 3 ikki er skrásett, so her er talan um ov fáar skrásettar dagar. Men fara vit at fáa tilvega rætt dagatal i 2024-25. VIðmerking sett in 30-09-2024 – OML

Tá tey eru liðug at tosa um veiðutrýst so verður tosa um yvirkapitalisering, uttan at hugt verður eftir, at stórir partar av skipunum eru umvald og orsaka av niðurskurðum í rættindum hjá heimaflotanum,  hevur verið neyðugt hjá fleiri feløgum at keypt rættindi og harvið økt um skuldina. Harvið er ikki talan um, at feløg ella skip kosta ov nógv, tí kostnaðurin av heimaflotanum er ein brotpartur av nýbigningum sum vit ongantíð hava megna at fingið til vega í hesum landi. Teir fáu ið eru komnir eru altíð farnir av knóranum. sjálvt um tað tá vóru fiskapakkar í hópatali ið gjørdi tað møguligt at royna at keypa nýbigningar.

Tey í siga at t.d. ein flakatrolari hevur yvirnormalt avkast,  so er at seta roknstykki upp. Kostnaður er einar 180 til 200 mió kr fyri skipið, søluvirðið eftir 15 ár og so seta raksturin upp og ítøkiliga vísa, hvar yvirnormali profitturin liggur.

Nýskipanarnevndin arbiða ítøkiligt

Tí má verðandi nýskipanarnevnd eisini kunna siga hvussu flotin skal síggja út, útróðarbátar, línuskip, partrolarar, djúpvatnstrolarar, flakatrolarar og uppisjóðarskip v.m. . Kostnaður, nøgd av skipum, stødd, fiskiskapur, rakstur og lønsemið til eigararnar. Nu er nokk uttanum tos.

Niðurstøðan

Førdi fiskivinnupolitikkurin minnur mestsum um raffineraðar “tekniskarforðingar” fyri stóran part av heimaflotanum, har øll politiska skipanin saman hava kýtt seg fyri at leggja fótonglar fyri okkara gomlu høvuðsvinnu. Og vóru tað ikki stórreiðarar í tóku um endan,  so lá allur heimaflotin í dag.

Løgtingið valdið í 2010 at utluta nýggj rættindi sum síðani blivið útluta til nøkur beinleiðis útvald feløg av Fiskimálaráðnum. Samstundis er førdur ein politikkur ið tey í Løgtinginum halda er superliberalisma, men her er ketan nokk lopin av hjá teimum.

Hartil gagan fólk í rámasta álvara og tosa um luft í skipanini. Eftir at feløg hava mist um 100 dagar hvørt felag pr skip. Hetta er ikki Luft men ítøkiligur missur av veiðumøguleikum.

Men tá feløg missa risa veiðurættindi uttan kompensatión, meðan fremmand lond ótárna kunnu fiska 5000 tons av botnfiskið undir Føroyum, samstundis sum politiski mynduleikin útlutar nýggj rættindi til nøkur fá feløg, so er veruliga talan um viðurskiftir í ikki kenna sín líka í nøkrum framkomnum vesturlendskum samfelag,  – tá man politiskt velur at drepa sunn feløg sum ikki megna rakstur eftir áhaldandi niðurskurð í rættindum og har fiskatilfeingið við Føroyar fulkomuliga hevur svikið í mong ár.

Tað var ikki vilji og evnir til at føra ein vanligan vinnupolitikk sum vit kenn frá okkara grannalondum og tað er løgið at eingin samfelags-, ella búskaparfrøðingur tekur hetta upp. Men SU generatiónin heldur ikki at feløg har nátturuviðurskiftir, økisfriðingar, tøka av veiðurættindum skal geva sunnum fyritøkum møguleika at yvirliva.

Óansæð hvønn politikk Løgtingið leggur fyri framtíðina, so er tað gleðiligt at vit hava havt stórar vinnuligar fyritøkur ið hava víst vilja til samfelagsmenning við at stovnseta nýggj framleiðsluvirkir á landi.

Framtíðin er óviss og bara nakrar fáa laksalús fleiri á alifiskinum og niðurgongd í uppisjóðarvinnuni saman við einum niðurpíndum heimaflota vildi ført til at í 1000 vís av føroyingum vildu flutt av landinum innan helt stutta tíð.

Tí er umráðandi at framleiðsluvinnugreinarnar allar sum ein fáa nøktandi karmar at virka undir, vit hava havt allar møguleikar at gera neyðugu tillagingarnar. Tí er at vóna at vit sum eiga feløg í reka fiskivinnu serliga eftir botnfiski fáa betri umstøður at yvirliva eftir at vit hava havt kreppu í eini 10 ár. Tað er at gleðast um tað framgongd í hómast í fiskiskapinum í hesum tíðum.

Óli M Lassen, reiðari

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi seinnu árini, síðani latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðutrýst. Tó ynsktu summi limalond at áseta eitt lægri MLV (mest loyvda veiða) enn undanfarna ár, og eitt lægri veiðitrýst, enn NAFO-Vísindaráðið mældi til. Tó eydnaðist tað, í tráð við vísindaliga tilmælið, at semjast um at eina hækking, og MLV varð ásett til 12.613 tons fyri 2025. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.819 tons, samanborið við 2.617 tons í 2024. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 188 tons og fyri kongafisk 69 tons.

Toskakvotan á Flemish Kap hækkar

Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Halifax í Kanada í døgunum 23.-27. september 2024.

Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi seinnu árini, síðani latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðutrýst. Tó ynsktu summi limalond at áseta eitt lægri MLV (mest loyvda veiða) enn undanfarna ár, og eitt lægri veiðitrýst, enn NAFO-Vísindaráðið mældi til. Tó eydnaðist tað, í tráð við vísindaliga tilmælið, at semjast um at eina hækking, og MLV varð ásett til 12.613 tons fyri 2025. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.819 tons, samanborið við 2.617 tons í 2024. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 188 tons og fyri kongafisk 69 tons.

Kanada hevur somuleiðis latið uppaftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðubann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95% av MLV. Semja var um at lata toskastovnin koma fyri seg komandi árini og ein kvota varð ásett til hini limalondini, sum í fyrstu atløgu er best egnað sum hjáveiða. Føroyar fáa eina kvotu uppá 20 tons á 3L.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg. Veiðibann hevur verið síðani 2022 og limalondini vóru samd um, at halda á fram við veiðubanninum, eins og Vísindaráðið mældi til. Rækjurnar á Flemish Kap verða umsitnar við fiskidøgum. Vísindaráðið hevur í fleiri ár mælt til at fara frá fiskidagaskipanini, tí hon elvir til eitt ov høgt veiðutrýst. Ein nýggj skipan við kvotum og MLV hevur javnan verið umrødd, og ein serstakur rækjufundur var í 2023 um at fara frá fiskidøgum til kvotur og MLV fyri rækjur, men tað bar ikki á mál at finna semju.

Føroysk skip hava í 2021-2023 gjørt línuroyndir á Flemish Kap. Endamálið við royndunum er at fáa meira vitan um toskastovnin, frá øðrum enn yvirlitstrolingum. Havstovan legði fram fyri Vísindaráðnum um eina endurskoðaða mannagongd, umframt hvussu royndirnar fara at verða skipaðar. Vísindaráðið góðkendi mannagongdina sum vísindaliga.

Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Vørn, Havstovuni og vinnuni. 

NAFO

NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%.

Á ársfundinum verður støða tikin til mest loyvdu veiðu, stytt MLV, fyri tey fiskasløg, sum eru í NAFO økinum. Hetta verður gjørt við støði í vísindaligu tilmælunum frá NAFO-Vísindaráðnum. Eisini verða onnur mál viðgjørd, eitt nú eftirlit, økisfriðingar, frágreiðingar og uppskot frá sáttmálapørtunum.

Kelda: uvmr.fo tann 28-09-2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir miðal.

Hetta skrivar Havstovan

Nøgdin av hýsu er væl yvir miðal og ein tann størsta í tíðarskeiðnum, sum kanningarnar fevna um (1996-2024).

Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey síðstu árini, og tað er nakað undir miðal.

Sum í vár, vórðu fleiri kalvaspraggur fingnar á túrinum, og eru tað nógv ár síðani, at tað er komið fyri á hesum kanningunum.

Magakanningarnar vístu, at toskur og hýsa ótu mest av nebbasild norðan- og vestanfyri. Eystan- og sunnafyri var høvuðsføðin hvítingsbróðir og svartkjaftur. Toskur og hýsa vóru væl í holdum.

Toskur, hýsa og upsi verða stovnsmett seinni í ár í samstarvi við altjóða havrannsóknarstovnin ICES, og verða hesi úrslit almannakunngjørd 29. november 2024.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Kelda: Havstovan 16/09-2024

Toskur á LandgrunninumHýsaUpsiLonga

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Tøl frá Sjóvinnustýrinum vísa, at sera fáir vinnuligir útróðarbátar hava galdandi siglingarloyvi.

Í bólki 5A eru tað bert 36% sum sigla lógliga, og í bólki 5B, sum eru teir, ið fiska fyri meiri enn kr. 200.000, eru tað bert 39%, sum sigla lógliga.

Tað er krav, at hesir bátar verða sýnaðir, áðrenn Sjóvinnustýrið útskrivar teimum siglingarloyvi.

Trygdin hevði verð munandi betur, um tað var krav at hava galdandi siglingarloyvi, áðrenn útróðarbátar fingu útskrivað fiskiloyvi.

Støðan er als ikki nøktandi, og tí fara átøk at verða sett í verk fyri at rætta skeivleikan.

Kelda: fma.fo august 2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Vísindaliga ráðið hjá NAFO kunngjørdi herfyri sítt tilmæli viðvíkjandi toskakvotuni á Flemish Cap komandi tvey árini. Merkisvert er, at meðan stovnurin er størri enn í fjør, mælir ráðið til at lækka kvotuna eitt vet. Tó er góður møguleiki fyri, at kvotan verður hægri, enn ráðgevingin sigur, um NAFO-londini semjast um tað.

Síðan fiskiskapurin eftir toski byrjaði aftur á Flemish Cap í 2010, hevur henda veiðan verið eitt týðandi ískoyti hjá føroyskum skipum – serliga línuskipum tey seinastu árini. Nú er tilmælið fyri toskakvotuna í 2025 og 2026 kunngjørt undan ársfundinum, sum verður í Kanada síðsta í september. Uttanríkisráðið hevur leiðsluna í samráðingarnevndini, sum tekur lut á ársfundinum í NAFO.

Tilmælið er, at kvotan ikki skal vera hægri enn 10.913 tons komandi ár og ikki hægri enn 12.310 tons í 2026. Kvotan verður tí møguliga ásett fyri tvey ár á rað í hesum umfarinum. Kvotan verður ásett á ársfundinum, eftir at londini hava viðgjørt tað vísindaliga tilmælið og tikið støðu til tað. NAFO londini semjast javnan um eina aðra kvotu enn tað, sum vísindaliga ráðgevingin sigur.

Føroya Reiðarafelag hevur mangan víst á, at tað vísindaliga tilmælið hjá NAFO er ógvuliga varið samanborið við tilmæli frá ICES um aðrar botnfiskastovnar í Norðuratlantshavi. Henda ráðgevingin verður nevniliga gjørd eftir einum øðrum leisti, enn vit kenna úr ICES. Ein orsøk til hetta er, at vísindaliga ráðgevingin eisini tekur støði í einari meting av, hvør møguleiki er fyri vøkstri í stovninum komandi trý árini. Henda metingin er tó serstakliga óviss, og tí kundi kvotan verið ásett hægri.

Ráðgevingin sigur annars, at stovnurin er vaksin samanborið við ráðgevingina í fjør, og at støðan viðvíkjandi bæði veiðitrýsti og stovnsstødd er í tryggari legu. Tí er ein møguleiki fyri, at kvotan verður hægri komandi ár, enn ráðgevingin gevur ábendingar um.

Reiðarafelagið metir, at kvotan kann vera umleið 14-15.000 tons, samstundis sum at samtyktu fyrivarnisreglurnar hjá NAFO verða hildnar. Hetta hevði komið føroyskum skipum og manningum væl við, samstundis sum at farið verður varliga fram.

Fyrivarnisreglan hjá NAFO sigur annars, at veiðitrýstið ikki skal vera hægri enn eitt ávíst mark (Flim), og at stovnurin ikki skal minka niðurum eitt ávíst mark (Blim). Lítil og eingin vandi er fyri, at hesi mørk verða brotin við eini hægri kvotu.

Fiskiskapurin hevur aftur í ár verið óvanliga góður samanborið við fiskiskap við línu aðrastaðni. Undanfarin ár hava føroysk línuskip fiskað umleið 1 kilo pr. húk, og tað er serstakliga góður fiskiskapur. Føroysk línuskip hava eisini gjørt eitt stórt arbeiði seinastu árini við at gera kanningar á Flemish Cap fyri at styrkja tað vísindaliga grundarlagið.

Kelda: Føroya Reiðarafelag – lagt úr Óli M. Lassen reiðari

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fyri fiskivinnugransking verður úrslitið ein kollvelting.

Fiskimenn siga: Fortel mær okkurt, sum eg ikki veit.

Politikarar áttu at spurt, hví fiskifrøðin oftast/altíð tekur feil. Eisini áttu teir at spurt, hvar allur fiskurin er, sum vit seinastu 20 árini hava goymt til framtíðina. Gjørdu teir tað, høvdu teir vita, at úrslit mótsætt fiskifrøðini, kunnu verða røtt.

Við nógvum stríði í nógv ár, kann eg við sera stórari vissu siga (>99%) at ikki ber til at goyma fiskin í sjónum. Eg havi gjørt eitt “model”, soleiðis at eg kann broyta tøl og simulera, alt eg higartil havi havt brúk fyri.

Við at, simulera allar árgangir frá 1959-2017, har vit goyma væl av 2&3 ára gomlum toski, sum vit í staðin fiska komandi árini, sum eldri og størri fisk, ber til at eftirkanna, um tað loysir seg at goyma fiskin í sjónum.

Fiskifrøðin vísur bara útrokningar og metingar út frá miðaltølum og mettum tølum. Mær vitandi er hetta fyrstu ferð, tað er gjørt við vísandilgum tølum, fyri allar árgangir.

Úr hesum árum velja vit árini 1980-2007. Datagrundarlagið hesi ár er væl betri. Og árgangin 2007 fiska vit fram til 2017 og kanska nakrar fáar fiskar seinni. Restin av árunum, 1959-1979 eru eisini simulera og er munurin tá 1,51%

Tilsamans fiskaðu vit 550.000 tons av toski, úr hesum 28 árgangum. Simuleringin vísur, at veiðan økist økt veiðuna 4.060 tons. Tað er ein øking uppá 144,98 tons pr. ár ella 0,74%.  Tað er ein vøkstur, men:

  1. Útseta vit veiðuna og lesa hagtøl fyri avreiddar støddir, fiskaprísir og óbrúktar dagar, síggja vit, við berum eygum, uttan at rokna, at veiðan verður væl lægri og ikki hægri. Tað kann eisini roknast.
  2. At goyma fiskin og fiska meira seinni treytar; at fiskatorvur blíva størri, tilsvarandi meira føði er í sjónum, skip/bátar økja effektivitetin 25%, at veiðan er í mun til fiskar í havinum, at føði á hvørjum miði er uttan tídning, at vísindaliga greinin, at svangur fiskur tekur betri líni, er skeiv.

Útrokningin omanfyri tekur ikki hædd fyri tí, nevnt er í punkt 1&2. Umframt eru fleiri aðrir faktorar, sum sambært fiskifrøði, hava stóra ávirkan skeiva vegin.

Vit vita við vissu, at rokna vit hetta uppí, so manglar nógv í, at til ber til at goyma fiskin í sjónum.

Árligur vøkstur hjá toski

Vanliga verður rokna við 20% náttúrligum deyða hjá toski. Tað merkir, at skal toskastovnurin ikki minka, krevst vøkstur á 25% hvørt ár. Árligur vøkstur er ójavnum, men vit síggja, at í miðal, veksur toskur eldri enn 4 ár ájavnt við og minni enn náttúrligur deyði.

Út frá myndini og við vitanini hjá sjómonnum, bar til at siga frammanundan, at úrslit av simuleringini bleiv, at tað ikki loysir seg at goyma fiskin í sjónum.

Eftirkannan og kalibrering

Myndin vísur stovnsstødd í 1000 stk av árgangum føddir 1957-2007. Í 2017 eru teir 10 ára gamlir og sostatt eru tølini fram til 2017.

Eftirkanna er, fyri at síggja mun á, ymiskum mátum at simulera veiðu. Simulering av 1990 og 1982 árgangum gevur ikki sama tal í stovninum, tí simulera er eftir veiðu í ávísum árum og ikki í mun til útroknað tal av toski í hvørjum árgangi. Onkur ár brúkar simuleringin fleiri fiskar, enn tað vóru í stovninum og onnur ár færri. Tað gevur sjálvandi ein misvísing, sum tað tó ber til, at fyrihalda seg til.

Sum myndin vísur eru frávikini sera lítil. Tað skulu góð eygu og litir til, fyri at síggja munin. Tað sigur okkum, at tað er ikki stórur munur á, um vit fiska eftir einum leisti ella eftir øðrum leisti.

Onnur simulering, sum ikki er við í hesum, vísur enntá, at fiska vit meira av yngstu árgangunum, so gevur tað sama úrslit sum at fiska meira ella minni. Tað er ein logisk frágreiðing uppá hví so er.

Úrslit av simulering valdast, tølini vit brúka. Hyggja vit eftir úrsliti av simulering av veiðu samsvarandi veiðu av 1982 og 1990 árgangunum, vísa hesar at simuleringin samsvarandi  1982 árganginum gevur meira, og samsvarandi 1990 árgangurin gevur minni.

Simulering sambært 1982 árganginum ger stovnin størri enn hann var. Tá betrast úrslitið av pappírsfiskum í telduni, sum tó ikki er í sjónum. Fyri 1990 árgangin kann tað mótsætta henda.

Tað merkir, at høga veiðutrýsti á ungan fisk, á 1982 árgangin, gevur meira fisk, enn lága veiðutrýsti, eftir yngstu árgangunum, á 1990 árgangin. Tað indikerar, at tað beinleiðis gevur størri veiðu og “størri stovn” at fiska eins og í 1982 árgangin, heldur enn at fiska eins og vit gjørdu við 1990 árgangin.

Niðurstøða

Tað er tí prógva, vísindaliga, at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum. Tað merkir samstundis at ráðgevingin frá ICES og Havstovuni er skeiv.

Tað kann sjálvandi eisini skrivast, sum vísindalig grein, PhD, Dr. Philos ella hvussu fínt tað skal verða.

Vit vita, hvat er hent aðrastaðni, hóast fiskifrøðin í 50 ár hevur bjóða okkum meira fisk. Tí merkir tað, at lurta vit eftir Havstovuni og ICES, so má roknast við, at landgrunnurin verður stongdur fyri allari veiðu, eins og Føroya banki, í minst 20 ár og helst til ævigar tíðir.

Uppsjóvar kvotur, barentshavi og island verða skorin eftir sama leisti og har er gongdin hin sama, tó at vit ikki eru komin eins langt. Men vit eru allíkavæl komin rættuliga nógv longri enn teir, sum eru í hesum vinnum eru greiðir yvir.

Eg kann sjálvandi skriva eina Dr. Philos. Men Føroyar eru ávegis konkurs og hin seinasti fiskimaðurin er helst føddur. Endamálið frá byrjan var, at sleppa undan hesum, men tíðin rennur undan.

Eivind Jacobsen

Fiskivinnugranskari

Strendur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Her er samandráttur frá Fiskmarkanður Føroya frá 12 juli 2024

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Grønland,  eitt er á á Flemish Kap og eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður. Fleiri fiska á Føroya Banka, fleiri við snellu og aðrir við línu.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk á Íslandsrygginum  og tveir ísfiskatrolarir og ein frystitrolari eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og eitt par fiskar tosk á Íslandsrygginum. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Talan er um 2 ringar í alibrúkið hjá Bakkafrost í Vági.

Um man søkir gjøgnum copilot AI, so fær man at vita at: Infektiøs lakseanæmi (ILA), også kendt som Infectious salmon anaemia (ISA), er en virusbetinget sygdom, der primært påvirker Atlantisk laks.

Hetta skrivar Oslo Børs 26.05.2024 kl 21.19

ISA virus found in two pens at farming site A-19 Vágur

Tests taken at farming site A-19 Vágur have found the presence of the ISA virus in two pens. The full site has 1.0 million fish in total, with an average weight of 2.6 kg. Strict measures have been implemented to contain the virus and prevent further spread. The two affected pens will be harvested out immediately and the full site will be harvested out within two months, in line with Faroese regulation. Consequently, estimates show that harvest volumes for 2024 will be reduced with 2,000-3,000 tonnes gutted weight by the accelerated harvest of the entire farming site A-19 Vágur.

Kelda: https://newsweb.oslobors.no/message/619750

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nú fyrrverðandi landsstýrismaðurini í Fiskivinnumálum hevur klága núverðandi fiskimálaráðharra fyri at býta út svartkjaft í heimildarloysið, so nýtir Dennis Holm just somu lóg at býta út eftir sum Árni Skaale býtti Føroya Banka rættindi út eftir.

Trupulleikin er, at teir sannlýkt als ikki hava rætt at býta søgulig rættindi, sum jú liggja heilt konkretum hjá vinnurekandi / reiðaríðum. Hetta hava eisini fleiri advokatar víst á.

Søgulig rættind liggja sum fast procent rættindi hjá verðandi rættindahavarum. Hartil gongur tað klárt fram í øllum broytingum sum eru gjørdar i fiskivinnulóggávuni, at øll rættindi verða flutt frám við somu rættindum sum í undanfarnari lóg. So lóggávan er púra greið. Hetta hava eisini einir fýra av teimum sum eg vil kalla kendu og viðurkendu advokatum í føroyum víst á. Tí er spurningurin um tað er tann til einhvørja tíð sitandi fiskimálaráðharrini í politiskt kan trýsta sín politik ígjøgnum ?

Teir nýta eina paragraff sum er ætla til “nýggj ikki troytt/ókend fiskasløg undir Føroyum”

Báðir fiskimálaráðharrarnir hava nýtt fulkomuliga skeiva paragraf at luta út eftir. Teir hava nýtt eina grein i er ætla til nýggj fiskasløg. Og er hetta fiskasløg sum harvið eisini eru óregulerað í lógini um sjófeingið. Ella sagt á annan hátt hetta er ætla til at regulera t.d. krabbafiskiskap ella uppisjóðarfisk eftir t.d. prikkafiski, tunfiski sum eru ókend og ódefinera í fiskivinnulóggávuni og sum vit sjálvsagt kunnu gagnnýta og tí hevur fiskimálaráðharrin sjálvandi møguleika at býta hesu til skip og feløg sum nýggj rættindir undir Føroyum.

Kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022

Tað teir hava valt at býta bæði “nýggj” Føroya Bank og Svartkjaftarættindi eftir er § 22 stk 1 í er ætla til at býta út rættindi sum liggja uttanfyri vanligu fiskidagaskipanina, so sum tosk, hýsu og upsa. Her skal viðmerkjast at vanliga fiskidagaskipanin umfatar eisini kvotarættindir hjá uppisjóðar feløgum. T.v.s her er talan um lóggávu sum gevur heimild til at lúta út nýggj botnfiskasløg, so sum krabbar ella nýggj uppisjóðarfiskasløg. Dómur frá 1996 vísir eisini, at tað ber ikki til at gera seg inná bólkrættindini hjá einstøku skipabólkunum. Tá man ger seg inn á søguligu egin- og bólkarættindini hjá reiðaríðunum er alt farið av sporinum, og út frá Fiskivinnulógini er ikki heimild fyri hesum.

Hetta er tað í býtt verður út eftir 22.Stk. 1. :

Til § 22.Stk. 1. Her er ásett, at landsstýrismaðurin kann gera nærri reglur fyri fiskiskapi, ið er eftir fiskasløgum og djórasløgum, ið ikki eru fevnd av fiskidagaskipanini, ella sum vanliga ikki eru høvuðsfiskasløg hjá teimum skipum og bátum, ið fiska undir fiskidagaskipanini –toskur, hýsa og upsi. Her kann vera talan um fiskiskap eftir øðrum botnfiski, uppsjóvarfiski ella øðrum djórasløgum, so sum skeljar, hummari, krabbi o.a.

Bæði veiða á Føroya Banka og veiðan eftir uppisjóðarfiski er neyvt greina í sjófeingislóginu og er púra greitt hvør eigur søguligu rættindini og sum eisni framganga klárt á heimasíðuni hjá stovni hjá Fiskimálaráðnum.

Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 18. august 2017

I kapitul 2 Almennar reglur fyri fiskiskapi

Her fer alt av sporinum tey seinastu árini, tá man heldur seg til at hava rætt til at býta, efitir einari grein sum í lógini ásetur at Fiskimálaráðharrin kan skipa fiskiskapin hjá fiskiførum á fiskileiðunum. Hetta eru tekniskar reguleringar.

At skipa fiskiskap og býta hevur einki við hvørt annað at gera.

Her hava skiftandi fiskimálaráðharrar valt at býta út rættindir undir Føroyum sum ikki er í tráð við nevndu paragraf í fiskivinnulóggavuni. Veiðurtææindi liggja í kapitul 4 sum sigur:

Kapittul 4 Ásetan av veiðurættindum á føroysku landleiðunum hjá fiskifør undir føroyskum flaggi

Nú kunnu vit so spyrja, hví støðan er sum hon er. Tað kunnu verða nógvar orsøkir til tess. Ein orsøk kann vera, at vinnan á ymsikan hátt er spjadd og ikki orkar at fara í rættin við málinum. Ein onnur orsøk kann vera, at tann umsitingarliga orkan i Fiskimálaráðnum kanska er veikari enn tann politiski viljin, og tí kunnu vit fáa eina skipan, har eingin veit hvat er rætt ella skeivt, tí hetta ongantíð verður løgfrøðiliga eftirkanna.

Tað førir so til, at rættindahavarar kunnu missa hópin av rættindum, meðan aðrir og nýggir í vinnuni kunnu fáa munandi fleiri rættindir. Samstundis sær út til, at hetta vinnupolitiska ongamannaland førir til, at tað verða gjørdar munandi forskjótinar í bólkarættindum sum ikki er í tráð við søguliga býtið sum er grundarlag undir allari fiskivinnulóggávuni í Føroyum. Hetta er Føroya Banka málið gott dømið um.

Óli M. Lassen reiðari og eigari av 24fo.news

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Rakstrarúrslitið, EBIT, áðrenn skatt fyri alt Bakkafrost samtakið var 710 milliónir krónur og 401 milliónir krónur eftir skatt, ið er 14% verri enn sama tíðarskeið í fjør. Tøkugjaldið var 112 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi í ár, samanborið við 38 milliónir sama tíðarskeið í fjør, og við 153 milliónir krónur fyri alt 2023. Partafelagsskattur og tøkugjald tilsamans vóru 193 milliónir krónur í hesum ársfjórðinginum.

Tøkan í Føroyum var 14.294 tons og 7.263 tons í Skotlandi, í mun til ávikavíst 11.005 tons og 8.093 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum, við metlágum lúsatølum. Lívfrøðin batnaði eisini mundandi í Skotlandi, har virksemið sum heild gav eitt rakstrarúslit á 39 milliónir krónur.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

”Hetta er fyrsti ársfjórðingur har vit veruligani síggja, hvussu ógvusligt tøkugjaldið sveiggjar, tá ið NASDAQ prísurin á laksi broytist. Hóast sølan í hesum ársfjórðingi er lítið hækkað, í mun fyrsta ársfjórðing í fjør, nærum trýfaldaðist tøkugjaldið. Í heyst søgdu vit 140 fólkum úr starvi fyri at niðurlaga viðarivirkingina (VAP-framleiðslan), tí nýggja tøkugjaldið munandi hækkar váðan í liðugvøruframleiðsluni. Hóast bert 9% (fyrr 40%) av tøkuni nú fer til víðarivirking, hevur VAP-framleiðslan í Føroyum í hesum ársfjórðinginum verið tapsgevandi. Sum útlitini eru – eisini við nýggja uppskotinum til broyting av tøkugjaldinum – eru fortreytirnar fyri at víðka VAP-framleiðsluna aftur sera vánaligar. NASDAQ prísurin, ið er ein fiktivur prísur sum lítið og einki hevur við okkara sáttmálaprísir at gera, hevur ongantíð sveiggjað so nógv sum seinastu árini. So leingi tøkugjaldið verður roknað í mun til NASDAQ prísin, mugu vit tillaga okkara virksemi fyri at minka um henda váðan.”

Kelda & mynd: Bakkafrost 06.05.2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail
Newer Posts